Hagstovan: Fleiri gistingar vóru á gistingarhúsunum í juli í ár enn í fjør. Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í julimánaði. Soleiðis er ikki í ár, tí fyri fyrstu ferð hava fleiri gistingar og innskrivingar verið í juni enn í juli, tá nærum øll kømur vóru upptikin.
Gistinæturnar vóru stívliga 36.100 í juli. Tað eru gott 1.000 fleiri samanborið við sama mánað í 2022, sum svarar til ein vøkstur upp á trý prosent.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo