Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

28. februar 1938 sá gimbradrongurin Hans Elmar Poulsen fyrstu ferð dagsins ljós í lítlu bygdini Ljósá, norðarlaga í Sundalagnum.

Foreldur hansara vóru Sofus Poulsen úr Ljósá og Poulina, ið var ættað úr Lorvík. Poulina og Sofus høvdu frammanundan fingið tveir aðrar synir, Poul Johannes og Andrias, sum búgva við Ljósá. Sofus, pápi Hans Elmar, plagdi at tala á møtum norðuri á Eiði, tá ið eg var smádrongur. Somuleiðis minnist eg væl mammuna, sum livdi mong ár eftir, at pápin var farin.

Onkuntíð var eg á møti í salinum við Ljósá, sum var í kjallaranum hjá Poulinu og Sofusi. Eg minnist hendan lítla fitta salin.

Hans Elmar, ið er hálvtannað ár eldri enn eg, mundi ganga í skúla eitt ár saman við mær í elsta flokki í Eiðis skúla.

Vit høvdu eitt skúlablað, sum lærarin Jóhan Kalsoy, hevði skipað fyri. Ein blaðnevnd av børnum, sum gingu í tí elsta flokkinum, varð sett at stjórna blaðnum. Blaðið var í foliostødd og sjálvandi hondskrivað. Lærarin las síðani søgurnar upp í skúlanum, so hvørt blaðið – einum eintaki  - kom út.

Serstakliga minnist eg eina søgu, sum Hans Elmar hevði skrivað. Haldi meg minnast, at søgan hevði yvirskriftina ”Ein útróðrartúrur”.  Tá ið lærarin Jóhan Kalsoy var liðugur at lesa søguna upp, helt hann fyri: ”Hatta var ein sera góð søga.”

Sum aðrir dreingir tókst Hans Elmar við gerandisarbeiði, ið gerast skuldi: Torvarbeiði, seta epli niður, taka upp epli og at hoyggja. Um veturin tá ið viðraði, varð torvið fingið oman úr haganum til hús. Úr krónni ella torvhúsinum.

Hans Elmar upplivdi annan heimsbardaga sum lítil smádrongur. Hann sigur, at einasta útvarpstól, sum tá var í bygdini, átti pápabeiggin Hans Pauli. Haðani komu mestu tíðindi um krígsgongdina. Pápin var mest heima, men arbeiddi eisini hjá bretska hervaldinum uppi á Kolli á Eiði. Bretar høvdu ein verjuskansa har.

Flogfør hoyrdust ofta. Ensku hermannabilarnir koyrdu milum Eiði og Oyrar. Teir koyrdu á landsvegnum tætt fram við húsum teirra við Ljósá. Skjóttgangandi svartir bátar sóust ofta á fjørðinum. Teir sigldu millum Eiði og Havnina. Myrkalagt var við Ljósá og yvir alt føroyaland.

4-5 ára gamal minnist Hans Elmar dapra hending á sumri 1942. Tað var tá trolarin ”Tór 2” var søktur av týskum kavbáti undir Íslandi. Jógvan, pápabeiggin, var ein av teimum sum sjólótust tá. Eisini tveir eiðismenn fórust við ”Tór 2”.

Tá ið pápin legðist á sóttarsong vegna tuberklasjúku, tóku brøðurnir Dia og Hannus sær av tí fíggjarliga í heiminum.  Missurin av manninum var mikil smeitur fyri mammuna, tólv ára gamla Hans Elmar og teir báðar brøður hansara.

Allir beiggjarnir lærdu at spinna og binda. Í 1951 gekk 13 ára gamal Hans Elmar í mynstrutari troyggju, sum hann sjálvur hevði bundið.

Eftir loknan fólkskúla fór 14 ára gamli Hans Elmar at arbeiða veg uppi á Vombini, sum er hagaøkið millum Slættaratind og Vaðhorn.  Ljósámenn høvdu átikið sær at at gera eitt vegastrekkið eystur móti Eiðisskarði.

Í 1954 fór Hans Elmar til skips við ”H. M Stanley”, sum Karl Johan Joensen í Skorini á Eiði, førdi. Nakrir javnaldrar á Eiði vóru eisini við. Leiðin lá til Íslands ein túr og síðani á sild norðan fyri Føroyar. Seinni var hann við ”Trygva,”sum Jákup Joensen á Eiði, Jákup hjá Elly, førdi. So fór hann við hvalabátinum ”Sumba”. Martin Martin Kruse, á Eiði, førdi hann.  Hann var eisini við bátinum ”Varðin”, sum Wolfang Andreasen av Oyrbakkanum, førdi.

Seinni var hann við ”Fame”. Ingálvi Andreasen á Oyrarbakka var skipari. Í 1957 var hann við íslendska garnabátinum ”Tórsteini”. So var hann við ”Albert Victor”, slupp úr Vági, sum víkamaðurin Andreas Joensen í Velinum, førdi. Andrias búði á Eiði, giftur við Astrid, dóttir bóndan, Olaf í Garði. Sálvdráttur var. Hans Elmar stóð fremstur har umborð og var bestur at fiska tann túrin.

Seinast í fimmtiárunum búsettist Hans Elmar í Havn. Her fann hann Kirstin av Vatnsoyrum. Hon arbeiddi á apotekinum.

Tá ið arbeiðið við herstøðini í Mjørkadali byrjaði, fekk Hans Elmar arbeiði har. Hann leigaði kamar í Havn. Hann fór eisini at arbeiða á Tunnuvirkinum á vestu bryggju. Seinni keypti hann eini innilokaði hús í Fjósátúni frá Peturi í Gong  Hann innrættaði og smíðaði húsini sjálvur eftir arbeiðstíð. Hann og Kirstin giftust og fluttu inn í húsini í Fjósatúni.

Í 1965 fluttu Hans Elmar og Kirstin til heimbygd hennara, Vatnsoyrar. Har hann fór at byggja Zarepta. Dánjal Nielsen, verfaðir hansara, stóð fyri hesum arbeiði. Á sumri 1966 fingu tey grundstykki og byggiloyvi í Vatnsoyrum. Har hava tey búð síðani.

* * *

Arbeiðið við at byggja Zarepta kom so at enda. Men tá byrjaði eitt spildurnýtt og spennandi tiðarskeið í lívinum hjá Hans Elmari. 

Verfaðir hansara átti eina snikkaramaskinu. Í mong ár hevði hon staðið í kjallarnum í Kedron. Verfaðirin hevði har lítið verkstað.

Hans Elmar lænti hesa maskinuna. Hann fór undir at royna seg sum snikkara í Vatnsoyrum. Í 1970 keypti Hans Elmar bygningin í Vatnsoyrum, har maskinan stóð.

Seinni kom so sølan og framleiðslan av ”Husmor-vindeyganum”. Hetta var fyrst í 1970-árunum. Hetta gjørdist so byrjanin til ævintýrið við Vatnsoyra Snikkaravirki. Sølan kom rættiliga í gongd. Skjótt var neyðugt at byggja aftrat. Í 1973 seldi Vatnsoyra Snikkaravirkið umleið 3000 vindeygu. Í 1976 vóru tíggju fólk í arbeiði. Seinni var talið økt til 12.

Tann dagin Hans Elmar fylti 40 ár varð ein stór og nýggj høll reist har á einum 1700 fermetra øki. Høllin verður framvegis nýtt dagin í dag.

Nógv var at gera á virkinum. Besta árið framleiddi virkið út móti 11.000 vindeygu. Fleiri lærlingar hava verið á virkinum. Teirra millum tvær kvinnur. Við árslok 1992 vóru 32 fólk í arbeiði. Seinni varð so ognin Føroya Gluggi í Miðvági, keypt.

Kreppuárini fyrst í 1990-unum raktu Vatrnsoyra Snikkaravirki meint. Fyrst í hesi øldini fór fram ognarskifti av Vatnsoyra Snikkaravirki. Børnini tóku yvir.

Sagt verður, at smádrongurin í okkum mannfólkum hvørvur ongantíð. Hetta má sigast vera satt fyri gimbradrongin. Hann fór undir at útvega sær gamlar bilar – ellisakfør. Hann hevur keypt og selt og stuttleikað sær við gomlum bilum. Meiri skal hetta ikki verða umrøtt her. Aðrir duga betur at lýsa hesa serstøku søguna í lívinum hjá Hans Elmari.

Í 2002 kundi Hans Elmar saman við sínum, hátíðarhalda 35 ára stovningardagin hjá Vatnsoyra Snikkaravirki.

*** 

Hans Elmar tók á dreingjaárum greiða andaliga støðu. Hann valdi Jesus Kristus, sum frelsara, harra og leiðara í lívinum. Hann hevur dyggiliga tikið lut í andaligum verki:

Í 1977 vóru Kirstin og Hans Elmar traktatferð í Esbjerg - saman við øðrum.

Í juli 1971 vóru tey traktatferð í Ísland.

*

Í 2007 varð gamalt vaktarskip keypt frá danska herflotanum. Endamálið var at nýta skipið til kristniboðsarbeiði í Grønlandi. Skipið, ið var ísstyrkt, hevði siglt við Grønlands strendur.  Millum teirra, ið av fullum huga stuðlaðu hesum verki, var gimbradrongurin.

Leygardagin 19. juli kom ”Juvel II” flaggskrýddur á Klaksvík. Sunnudagin 27. juli fór báturin til Grønlands at bera út evangeliið.

Hans Elmar hevur meiri enn eina ferð verið við í hesum verki í Grønlandi. Hann hevur eisini verið við at sigla bátin yvir um hav millum Grønland og Føroyar.

Tá ið evangeliski felagsskapurin ”Atlantic Mission” varð stovnaður, varð farið undir trúboðaraferðir til grannalond okkara. ”Juvel II” var nýttur í hesum verki. Hans Elmar hevur verið við og spælt harmoniku á hesum trúboðaraferðum: Í Hetlandi 2011, í Orknoyum 2012,  í Hebridunum 2013, í Føroyum 2014.

Hans Elmar var eisini við á trúboðaraferð á Eysturlandinum í Íslandi við sluppini ”Jóhonnu” úr Vági. Vitjað varð á mestsum øllum plássunum av Hornafjørðinum og norður til Seyðisfirðar. Eisini var hann við tá ið ferð varð gjørd til Ólavsfirðar á Norðurlandinum. Jógvan Páll Sevdal og aðrir lorvíkskingar skipaðu fyri.

Í mai 2016 var Hans Elmar eisini við Atlantic Mission í trúboðaratiltaki til Hebridurnar, Orkoyggjar og Hetlands.

*

Áttati ára føðingardagin helt hann, saman við sínum kæru, norðuri í Sundalagnum. Heimbygdin Ljósá var karmur um føðingardagin.

Sigst má, at hesin faðirleysi gimbradrongurin royndist væl á allan hátt við hjálp frá Gudi og góðum fólki. Eftir loknan fólkaskúla, varð hann noyddur at fara til skips. Hann mátti vinna til lívsins uppihald. Somuleiðis eldru brøður hansara.

Hans Elmar og Kirstin fingu eitt gott heim. Heimið teirra gjørdist ein tryggur karmur um hjúnabandið og kæru børn teirra. Børnini eru seks í tali: Dorit, Sofus, Dánjal Pauli, Heðin, Guðrun og Katrin. Abbabørnini eru 21 í tali. Langabbabørni telja nú 5. 

Hans Elmar, vinmaðurin, skyldmaðurin og andaligi samverkamaðurin!

Nú er lívssólin farin handan Mýling og nærkast Tjørnvuvíksstakki. Kvøldarroðin av setandi sól á Norðhavinum setur geislar sínar inn gjøgnum Eiðisflógva millum Líðarenni og Torvanes  - og suður á Bakka. Tú kanst nøgdsamur og við takksemi líta aftur á eitt virkið lívsskeið í andligu- gerandistænastuni.

Takk fyri góð og ljós minni frá Ljósá og skúlaárunum á Eiði og fram ígjøgnum lívið til dagin í dag. Eg skal enda hesa føðingardagsheilsan við seinasta versinum í einum sangi, sum eiðismaðurin Hans Martin Miklagarð, yrkti. Hann andaðist bert 29 ára gamal í 1945 av tuberklasjúku, eins og faðir Hans Elmar.

Ja, tínum skjóli trygt hvønn dag,

vit liva, styrkjast í,

inntil ein dag har uppi klárt 

lívssólin skínur fríð.

Svenning av Lofti 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo