Skotlands Billy Gilmour er testaður positivur fyri koronavirusið, sigur skotska fótbóltssambandið.
– Billy fer nú í sóttarhald og verður tí ikki við í dystinum í morgin ímóti Kroatia, skrivar fótbóltssambandið.
20 ára gamli Billy leikar við Chelsea og hevur imponerað bæði í Chelsea og á landsliðnum. Hann var eisini kosin besti leikari tá ið Skotland leikti móti Onglandi.
We can confirm that Billy Gilmour has tested positive for COVID-19.
— Scotland National Team (@ScotlandNT) June 21, 2021
Having liaised with Public Health England, Billy will now self-isolate for 10 days and therefore miss tomorrow’s UEFA EURO 2020 Group D match against Croatia at Hampden.https://t.co/lRNWvckqCK
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo