Føroyski leikarin á norska liðnum Brann, Gilli Rólantsson, er korona-positivur. Tað skrivar miðilin VG sum eisini leggur afturat at Gilli, so skjótt sum tað gjørdist greitt, at hann hevði verið í samband við ein persón sum var korona positivur, fór í sóttarhald, og tí ikki hevur verið í samband við aðrar spælarar.
- Hetta er keðiligt hjá honum, men hann hevur so gjørt alt tað rætta og boðað okkum frá í góðari tíð, sigur Magnus Myntevig, sum er lækni hjá felagnum.
Hetta er fyrsti tilburðurin av covid-19 í norskum toppfótbólti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo