Lions Club Vágar varð stovnaður í 1986, og hava vit á hvørjum ári skipað fyri tí vælumtókta Giljanestiltakinum, ið verður hildið føstulávints sunnudag. Tiltakið hevur altíð verið væl stuðlað, bæðið viðvíkjandi lutaseðlasølu frammanundan og á sjálvum tiltakinum á Giljanesi – og tað skulu tit øll hava stóra tøkk fyri, uttan tykkara dygga stuðul, var einki at stuðla við!
Peningurin, ið inn er komin, er latin til góðgerandi endamál - mest í Føroyum, men eisini uttanlanda.
Men í ár vil Covid-19 tað øðrvísi. Við atliti til tilmælið frá heilsumyndugleikum, har mælt verður til at halda tveir metra frástøðu, og í størstan mun bara vera saman við teimum nærmastu og teimum, sum mann plagar at vera saman við, hava vit avgjørt at avlýsa tiltakið í ár.
Um umstøðurnar seinni í vár loyva tí, er ætlanin at skipað fyri eini lutaseðlasølu. Tað verður kunnað um seinni.
Einaferð enn takka vit fyri allan stuðul - vit koma sterkt aftur komandi ár!
Lions Club Vágar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo