Johan Hentze, sum er leiðari hjá GHM, sigur, at á skránni hava tey jólatilfar, ið bæði er festligt og stórsligið, men eisini traditionelt jólatilfar, og tey fara at framføra nakrar jólasálmar saman við kórinum Glymi.
Í GHM eru millum 35 og 40 tónleikarar. Uppgávurnar hjá orkestrinum eru nógvar, serliga hesa ársins tíð. Fyri kortum høvdu tey eina sera væl væleydnaða Disney-konsert í Eysturskúlanum, sum samlaði 300 fólk.
Síðani hevur orkan hjá GHM verið nýtt til jólatilfar. Tey spæla ofta tá tey ymisku jólatrøini í Tórshavnar Kommunu verða tendrað. Tey spæla eisini tá jólaskipið kemur á Havnina og til ymisk smærri tiltøk.
Tey eru til reiðar, og sunnudagin klokkan 14 verða also eitt væl mannað GHM og eitt væl upplagt Glymur at hoyra í Hoyvíkar kirkju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo