Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Harmoniorkestrið GHM fer á konsertferð til Bornholm í døgunum frá 8. - 13. mai 2024. Dirigentur er Maria Wang Reinert.

Í 2024 eru 100 ár liðin, síðan Georg Kaspar Hansen doyði. Tað halda tey, sum nú spæla í GHM, vera eitt gott høvi at heiðra og minnast Bakar Hansen og alt, hann hevur gjørt fyri føroyskt tónleikalív.

Konsertir verða:
- í Store Tårn á Christiansø 9. mai, kl. 11.30
- í Svaneke Havn 10. mai, kl. 14.00
- í Nexø kirkju 11. mai, kl. 20.00
- í Musikhuzet Bornholm í Rønne 12. mai, kl. 15.00, har Rønne byorkester eisini framførir.

Harmoniorkestrið GHM - Georg Hansens Minde – var stovnað í 1922 fyri at heiðra tann tá 78 ára gamla Georg Kaspar Hansen, vanliga kallaður Bakar Hansen. Hesir fyrstu GHM’ararnir høvdu lært at spæla horn og træblásaraljóðføri hjá Bakar Hansen úti á Reyni og vildu minnast hann við at stovna eitt harmoniorkestur. Tá var Bakar Hansen vorðin veikur, og í 1924 andaðist hann.

Bakar Hansen vaks upp í Nexø á Bornholm. Pápi hansara sigldi í fleiri ár við handilsskipum millum Danmark og Føroya og gjørdist meinkunnugur í Føroyum. Á einum av ferðum hansara kom sonurin Georg Hansen við til Føroya sum kokkadrongur og fekk tá tilboð frá handilsmanninum Restorff um at læra til bakara í Danmark. Tá hann var liðugur at læra, kom Georg Hansen í 1866 aftur til Føroya og búsettist úti á Reyni. Hann bakaði tey bestu breyðini í Havn, men skjótt gjørdist hann eisini undangongumaður innan tónleikin. Tað er ikki ov nógv sagt, at slóðin úr blómandi tónleikalívinum í Føroyum í dag gongur aftur til Bakar Hansen.

Tann í Føroyum høgt virdi tónleikameistarin gjørdist ongantíð kendur á Bornholm, men í fleiri førum hava GHM’arar ætlað at gjørt eina ferð hagar – bæði fyri at fortelja bornholmarum um bakaran og tónleikaran og fyri at síggja umhvørvið, har Georg Hansen vaks upp og lærdi at spæla tónleik.

Hesi hundrað árini, GHM hevur virkað, hevur orkestrið fostrað hundraðtals horn- og træblásarar í einum einastandandi sosialum umhvørvi, ið hevur givið teimum evni og hug til at gleða onnur við tónleikinum. GHM fer nú sína fyrstu ferð aftur til røturnar, og tey gleða seg at fortelja bornholmarum um Bakar Hansen og vóna soleiðis, at føroyingar á Bornholm verða millum áhoyrararnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo