Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Géza Dávid Turi saman við formanninum í Víkingi, Brandi Jacobsen - Mynd: Hans Erik Danielsen

Géza Dávid Turi saman við formanninum í Víkingi, Brandi Jacobsen - Mynd: Hans Erik Danielsen

Géza Dávid Turi saman við formanninum í Víkingi, Brandi Jacobsen - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Vit hava fingið eina góða byrjan, og higartil er alt meir ella minni gingið upp í eina hægri eind. At tað so eisini hevur gingist mær væl persónliga, eri eg sjálvandi glaður fyri, men eg havi eisini fingið góða hjálp frá liðfeløgunum.

Tað sigur Géza Dávid Turi úr Víkingi, sum av landsliðsvenjarum, miðlafólkum og viðmerkjarum er valdur til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í mars og apríl mánað.

Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum hesaferð, vóru Hanus Sørensen úr HB, toppskjúttin í Betrideildini í løtuni, Páll Klettskarð úr KÍ, og liðfelagin hjá Geza, Poul Kallsberg.

Fyri heiðurin, sum besti spælari í mars og apríl mánað, fekk Géza Dávid Turi handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur, ið kann brúkast á Hotel Brandan, Hotel Hafnia, ella hjá Katrina Christiansen, umframt eina glasstandmynd, sum er latin av Betri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo