Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eg hoyrdi júst lagið og vil gjarna leggja nøkur orð á útgávuna “Um tár vóru gull”, tí hon júst talar til mín og okkum um, at lívið er ikki bara ein streymur av viðgongd, men at tað koma dagar og tíðir, tá vit øll koma í truplar og tungar støður.

Gjøgnum mína longu tíð við ummælum og skriving, havi eg mangan hugsa um hetta við huglagnum og í hvørjum sambandi ymsu útgávurnar hava sín uppruna.

Tað er ofta so, at tað skal onkur hending og nakað á okkara lívsleið, ið ger eitthvørt listarligt og tónleikaligt avrik til nakað serligt, tí kemur ein meira inniligheit inn í sjálvt verkið, gevur hetta tí ein serligan búna.

Her kemur júst “Um tár vóru gull” inn, tí vit vita um lívsleiðina hjá Holgari og at hann eisini hevur upplivað tær tungu løturnar.

Tónleikur til fólkið
Taki eg sjálvt tónleikaliga avrikið, er talan um “mainstreaman” fólka- og countrytónleik, sum vit øll saktans kunnu finna eina løtu at lurta eftir.

Vit fara ikki yvir í nakað avanserað og eina langliga framleiðslu, men meira tónleik ið kemur frá sjálvum hjartanum, sum Holgar og tey hava vilja gjørt til eina útgávu.

Tað er tað við tónleiki og aðrari list, at hetta gjarna skal umsetast til eitt ella annað, sum gevur eitt virði av undirhaldi og eisini kann hjálpa einum víðari.

Tí er tað her ein greið linja í tí hjá Holgari og teimum, at talan er um at seta orð á og geva fólkinum nakað.

Greiður og rørandi boðskapur
Lata vit okkum eina løtu úr tí kræsna og atfinningarsama búnananum, so eri eg millum tey, ið gjarna seti meg í tøgn og lurti.

Sum eg havi nevnt, fari eg ikki yvir í avanseraðar og tekniskar metingar, men vil heldur geva mær stundir at lurta og føla.

Røddin hjá Holgari er sermerkt og hevur hann eitt ynski um, at vit ikki skulu standa og leita eftir meingingini við tekstinum!

“Um tár vóru gull” hevur sterkan og rørandi tekst, og skal júst hesin parturin hava 5 av 6 stjørnum.

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo