Fleiri ríkir stuðlar hjá Demokratunum nokta at stuðla um Biden ikki tekur seg úr valstríðnum.
– Eg steðgi øllum donasjónunum til flokkin um ikki Biden vereður skiftur út sum forsetavalevni. Hetta er realisma, ikki respektloysi, sigur Abigal Disney við CNBC.
Hon er abbabarn hjá Roy O. Disney, ein av stovnarunum av Disney, og hevur stuðlað demokratiska flokkinum í fleiri ár, skrivar VG.
New York Times skrivar at fleiri ríkir gevarar eru farnir at leggja ætlanir um at trýst Biden so hann tekur seg úr valstríðnum. Talan er eisini um at stovna ein grunn sum skal stuðla einum møguligum avloysara, skrivar avísin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo