Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tann týdningarmesta uppgávan hjá einum samfelag er at skapa lívinum góðar karmar. Tað menniskjansliga tilfeingið eigur at hava samfelagsins hægstu raðfesting. Vit mega hava orku og ráð til at lívga um lívið í sínum fjølbroytni.

Ynski mær eitt samfelag, har hin veiki og sterki eins og dáin og rósan vaksa lið um lið.

Tað er gagnligt, at samfelagið er tilvitað um, hvussu nógvan seyð hagin ber, hvussu stórar útreiðslurnar kunnu verða í mun til inntøkurnar. Mær hóvar væl, at munandi upphæddir verða játtaðar teimum eldru og fólki við likamligum og sálarligum avbjóðingum.

Lívið er hvørja krónu vert. Lívið er mikið meira enn alt annað. Rindi fegin skatt til hetta endamálið. Krónutalið verður mangar ferðir endurgoldið í hjálp til treingjandi umvegis Heilsu- og Almannaráðið.

Tað er væl lættari hjá mær at sita sum áskoðari og gera viðmerkingar til avrikini hjá øðrum. Munur er á at tosa sum ábyrgdarhavandi og at tosa tollfrítt. Tað er hóskiligt at virða tey, ið taka sæti á Løgtingi ella í bý- og bygdaráðum.

Eisini innan kirkjugátt og í kristnum samkomum er tað umráðandi at gera íløgur í tað menniskjansliga. Hesar íløgur mega lagast til tørvin, ið vit skulu nøkta.

Allar íløgur kosta onkursvegna. Talan kann vera um reiðan pening ella sjálvbodna tænastu, har goldið verður við tíð og arbeiði. Einki er okkum ókeypis uttan kærleiki Guðs og náði hansara í Jesusi Kristi.

Tað fær umtalu í almenna rúminum, at vit gera íløgur í kirkjur og bygningar. Tað er neyðugt, at teir fysisku karmarnir eru nøktandi. Tað er valla eyðmjúkleiki at halda fast við hugsjónina, at kristnin skal tilbiðja lívsins Guð í einum halgidómi, ið er ótíðarhóskandi, viðtikin og slitin.

Kirkjan eigur harafturat at vera fólkinum viðkomandi og gera íløgur í menniskju uttan at vera óhøviskliga ágrýtin og nærgangandi. Vit mega undir øllum umstøðum virða rætt hins einstaka at siga til, siga frá og siga nei takk.

Kristnin tilbiður Guð í bøn, prædiku og lovsangi. Kristnin hevjar Guðs orð hátt í fólki og samkomu. Vit tosa um og útfrá heimsins bestu bók, ið er Bíblian. Vit boða orðið um Jesus sum Harra, frelsara og loysnara.

Vit mega í løtum koma niður av prædikustólinum og í eygnahædd boða orðið millum manna. Vandin er, at kirkjan kann koma at liva í sínum egna heimi sum eitt samfund í samfelagnum, ið er óviðkomandi fyri fjøld av menniskjum.

Øll fólk uttan mun til upphav og fólkaslag hava tað sama menniskjansliga virðið og eru óendaliga dýrabar í Guds eygum. Nakað av Guðs sinnalagi og víðskygni eigur at síggjast í lívi okkara, ið prædika gleðiboðini um frelsu Guðs í Jesusi.

Hvørji eru tey menniskju, ið vit av røttum kunnu seta uttanfyri Guðs kærleika, umbæri og náði?

Mær rennur í huga eina samrøðu við ein prædikumann, ið eyðmjúkur og takksamur tók sína trúgv í álvara. Hann segði mær í stuttum frá síni lívssøgu. Í yngri árum var hann rættiliga sannførdur um svarið til spurningin, hvør átti at verða settur – ella sjálvur hevði sett seg – uttanfyri Guðs náði og miskunn.

“Tá kom eg at hugsa um mínar egnu ungdóms syndir. Tað sama mynstrið sást aftur í lívsførsluni hjá børnunum og teirra. Tá ið eg rannsakandi hugdi inneftir og hugsaði um, hvat Guð hevði gjørt í lívi mínum, var eg sannførdur. Tann sama møguleikan til ein náðigan Guð, ið mær er givin, eiga øll menniskju, enntá mítt egna avkom.”

Tað er lætt at tosa og enn lættari at skriva. Tað krevur hegni, tíð og orku at gera íløgur í tað menniskjansliga. Men tað er royndina vert, at vit taka okkum stundir til hetta virksemið uttanfyri halgidómin og úti í samfelagnum.

Við atliti at skipaðum virksemi er tað partvíst rætt, at fólkakirkjan ikki hevur tikið hesa tænastuna í nóg stórum álvara. Millum tey elstu kristnu var henda tænastan kallað diakoni. Tænastan var ein av súlunum, ið lív og virki teirra kristnu bygdi á.

Rannsakandi er spurningurin, um vit hava stundir til at vitja sjúk, einsamøll og heimleys. Hava vit stundir at tosa við ella hava umsorgan fyri teimum, ið gjørdust bundin av rúsandi løgi ella evnum. Hava vit stundir og hegni at umgangast fólk, sum í sjálvgóðsku og sjálvgleði mistrívast í sínum innara menniskja í fjaldum einsemi.

Vit eru nøkur, ið eru sterk í tí teoretiska partinum. Tíverri er teoriin ikki altíð sjónlig í verki. Ei heldur er hon í sjálvum sær nóg mikið.

Jesus tók jørðina í álvara. Lív hansara var veruleiki so at skilja, at samsvar var millum orð og gerningar. Jesus hevði umsorgan fyri hinum einstaka menniskjanum og var hjástaddur í nærveru. Hann gekk ímillum fólkið, gjørdi væl og fevndi øll menniskju í kærleika. Amen.

Orðið: “Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.” (Jákupsbrævið 2,26).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo