Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sangarinnan Georgette Jones úr USA kom í kvøld klokkan 20 við flogfarinum.

Hon er fødd 5/10 1970 og er dóttir navnframu countrylegendirnar George Jones og Tammy Wynette. Hon byrjaði sum 3 ára gomul at syngja og framføra saman við foreldur sínum, og til konsertir í dag syngur hon fleiri kend løg hjá teimum.

Hon hevur útgivið tríggjar fløgur saman við plátufelaginum Hart of Texas Records. ”A Slighty Used Woman”, ”Strong Enough to Cry” og eina serliga fløgu, “Till I Can Make it on my Own”, sum er til minnins og heiður til móðir sína.

Síðani hevur hon eisini útgivið tríggjar fløgur út við plátufelaginum Lennon Records, “When Tractors Fly”, “This Christmas” og “I Believe”. Tað nýggjasta hon hevur arbeitt við, er ein duet við Sammy Kershaw, á hansara fløgu til æru fyri George Jones. Tey bæði valdu ein av yndis duet løgunum hjá George og Tammy, nevnliga ”Near You”.

Georgette Jones skal framføra á C & B festivalinum fríggjakvøldið klokkan 23.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo