So bleiv Georg 70 ár.
Georg er miðvingur. Ein miðvingur við stórum M. Soleiðis at skilja, at tann sogligheitin, sum liggur í miðvingum, er væl botnløgd í Georg við. Minnir kanska nakað um boyggjarnar í Vestmanna.
Íðan er tað nakað serstakt við at verða miðvingur? Ja, og nei. Í hvussu so er, so sigast miðvingar at verða heilt øðrvísi enn sandavágsmenn? Miðvingar eru so sera líkatil. Har er ikki so nógv fjalt.
Í Sandavági er tað meira tys, tys. Onki má fara út um bøgarðarnar. Teir halda alt innanveggja. Reserveraðir, sum skuldi tað verið ein losja. Kanska sum Rotary. Ella sum Odd Fellow losjan í Bredegade í Kongens København. Losjan liggur har, so opin og tó so fjald. So lítillátin, goymd, men tó so týðandi. Ikki av tilvild liggur hon har eitt hanagleiv frá kongiliga residensinum í Amalienborg. Nei, soleiðis eru miðvingar ikki. Teir hava víðari til veggja.
Onkur helt fyri, at í Sandavági fara teir út um náttina at máta upp húsini hjá grannanum og byggja so ein hálvan metur longri. Meðan miðvingar fara við tummasstokkinum hægst á degi.
Um Georg vita vit , at hann situr í sama stóli, sum ein annar vágamaður sat í fyri eini 35 árum. Tað var sandavágsmaðurin Jóhannes Olsen.
Og um Georg vita vit eisini, at hann á yngri døgum var gløðandi javnarmaður. Hann helt nógv av Haldur Hansen, sum sat á tingi í eini 20 ár.
Jóhannes Olsen
Hvør var hesin Jóhannes Olsen úr Sandavági, sum var formaður í FA eini 35 ár áðrenn Georg Hansen? Vit vita, at Jóhs. Olsen stýrdi FA við kønari hond. Felagsgjaldið hjá limunum var bert 0,5% av lønini. Í dag er tað 4,5 %. Og Jóhs. stýrdi væl.
Ein av seinastu aðalfundum hansara var um at lækka inngjaldið í sjúkragrunnin. Grunnurin stóð til at bresta av pengum, og Jóhs. Olsen mælti til at flyta inngjaldið til aðrar partar av felagnum. Jóhs. Olsen kýndi og streyk hvørjari krónu hjá felagslimunum. Tí hann visti, hvør sveitti frá felagslimunum tað var, sum lá aftanfyri hvørt fimmoyra, sum arbeiðarin fekk inn á sína soltnu konto.
Spell at tey, sum komu eftir Jóhs. Olsen, vóru meira besett av síni egnu grádigheit heldur enn vælferðini og umsorganini hjá sínum felagslimu,. Og spell eisini, at Georg ikki orkaði at seta fótin niður.
Haldur Hansen
Hvør var so hesin Haldur? Jú, hann sat á tingi fyri Vágoynna frá 1958 til 1980 fyri Javnaðin. Framúr fólkatalari. Hansara motto var ”flogvøllurin hevur altíð verið mítt hjartamál”. Ikki tey nógvu orðini, men nógv handling. Hann fekk sambandið um Vestmannasund at koyra. Fekk Oyragjógvarvegin gjørdan fram til Sandavágs. Og hettar avrikið var ikki bara, bara. Alt bori-og sprongi arbeiði var í teirri tíðini gjørt við hondborum. Borivognar vóru ikki komnir til landið. Báðu megin Sandavágsháls líknar tað onkunstaðni forbergi. Og tað hava teir við primitivum amboðum borað og sprongt seg ígjøgnum. Somuleiðis fekk Haldur Hansen gjørt Vatnavegin. Og til seinast eisini Bíggjarvegin. Eitt annað stórprojekt í ferðsluøkinum seinast í 80'unum var brimgarðarnar í Miðvági, sum Pihl & søn gjørdi. Og so keiin í Sørvági, sum bleiv longd við eini 130 metrum.
Haldur sat á tingi skiftivís saman við Leon Joensen úr Sambandinum og Vilhelm Nielsen úr Fólkaflokkinum. Hesir avrikaðu nógv uttan júst at profilera seg sjálvar, soleiðis sum politikarar gera í dag. Vit vita, at Leon Joensen í 1967, sum 17-andi maður setti samgongina upp á kant, tá keiin í Sørvági, sum bretar í síni tíð gjørdu, sprongdist. Kommunukassin var tómur. Har vóru ongir pengar og slettis ikki til 75% av kostnaðinum at yvirhála keiina. Alt á flogvøllinum hevði gingið um keiina í Sørvági, so Leon og Haldur mettu, at tað var ein landskei, líkaso nógv sum ein kommunukei. Morgunin eftir skuldi týðandi mál hjá Petur Mohr Dam, løgmanni, á borðið í tinginum. Og eftir eina langa nátt gekk hann við til, at landið tók 75% av kostnaðinum, og kommunan slapp við 25%.
Vit vita, at í 1980 setti Haldur Hansen saman við Vilhelm Nielsen uppskot á ting um hongibrúgv um Vestmannasund. Hettar vildu teir hava útgreinað. Tí Haldur hevði eina visjón og ein málsetning um at fáa fast samband um sundið. So sjálvt um tað ikki bleiv hongibrúgv ella byrging yvir Vestmannasund, so fingu vit fyrsta undirsjóvartunnil í Føroym.
Ja, løgið sum hesir menn fingu avrikað so nógv uttan at gorra seg sjálvan fram.
Men løgið eisini, at vágamenn hava fingið so lítið burtur úr síðan tá. Vit kundu spurt um, hvat við tunlinum úr Vatnsoyrum til Fútaklett? Hvussu longi skulu vit tosa og tosa ?
Ella hvat við uppskotinum, sum Randi úr Mikinesi hevði til kommunuvalið um ein tunnil úr Vatnsoyrum til Sørvágs. Tunnilin skuldi koma út í gamla grótbrotinum við Bíggjarvegin. Ein tunnil, so at tunga ferðslan kundi fara yvir um sandin í Sørvági og beina leið út á Bakka. Ella beina leið til Bíggjar og til Gásadals.
Ikki tí, Sørvágur hevur altíð verið ein av ríkastu kommunum í landinum, so tað skuldi verið lagamanni. Men nógv tos og ov lítil handling.
Vit kundu spurt, hvussu hava sandoyingar fingið so nógv av skafti? Úr landskassanum. Størsta projektið í føroyskari søgu, sum Gamlarætt var fyri eini 20 árum síðan, streyk ígjøgnum. Og nú aftur størsta projektið í landinum. Tunnil úr Gomlurætt yvir í Sandoynna.
Hvat hava tey at bjóða meira, enn hvat Vágoyggin? Er har annað enn ein ítróttarhøll? Enntá ein høll vit sjálvi hava goldið?
Georg Hansen
Tá ein rundar tey sjeyti, tá er tað meira afturlíting enn framlíting. Tað, sum tá ikki er fingið í hús, stirðnar sum eitt annað jólatrøll. Tíðin gongur okkum ímóti. Og brekkan verður alt tyngri til at fáa avrikað tað, sum enn liggur á láni. Rætt nokk, so krevur tað pondus, og tað krevur bit at siga Roma mitt ímóti. Bæði ein mangulvøra hjá Georg. Men tað er ongin umbering, at Georg arvaði grádigheit og líkasælu frá sínum forgangarum. At hann ikki arvaði nærlagni í mun til felagslimir sínar. Tí Georg hevði møguleikan.
Øll kunna seta síni fingramerkir eftir seg, og øll kunnu gera ein mun. Men tað krevur vilja, og tað krevur hegni. Hvørki av hesum eru vørumerki hjá Georg. Hevur ongantíð verið tað hjá FA. Har er bert orðaskvaldur.
Tá nú Georg nú væntandi leggur kongin til várs, so eru her nøkur góð felagsráð sum hann enn kundi nátt at seta skjøtul á.
1. Skattafrádrátt fyri fakfelagsgjaldið
Øll lond í Europa hava skattafrádrátt fyri arbeiðarar. Tó ikki limirnir hjá Georg Hansen. Í Noreg er frádrátturin júst hækkaður uppí Nkr. 7.500,-. Somuleiðis verður tað nú eisini hækka í danmark. Men í FA er tað tøgn sum í grøvini.
2. Set niður fakfelagsskattirnar og lat tryggingargjaldið vera valfrítt
Øll onnur fakfeløg í danska kongaríkinum hava tilboð um ymsar tryggingar til felagslimirnar. Har kannst tú velja ella frávelja í tilboðunum. Men ikki FA.
Georg Hansen hevur ein fakfelagsskatt sum er tríggjar ferðir so høgur sum hansara systurfeløg í danska kongaríkinum. Grádigheitin gongur fram um vælferðina hjá felagslimunum.
Bæðí politikarar og virkir royna í hesum tungu tíðum at finna skáar fyri tey, sum illa klára at hóra seg gjøgnum. Men ikki FA. Har er ein betongmúrur. Felagslimirnar eru fast lonkjaðir í stavnsbandinum.
3. Rættin til at fara til heilsuviðgerð uttan eykakostnað
Er tað rímiligt, at arbeiðarar skulu hava eykaðkostnað av at fara til lækna ella til fysioterapeut ella til tannlækna? Niðurslitnir arbeiðarar, skaddir arbeiðarar ella sjúkir arbeiðarar skulu stempla út og missa løn.
Georg kundi hugt at Starvsfelagnum. Har hava tey klárað at skaffa limum sínum løn undir sjúku uttan læknaváttan. Tey skulu bara logga inn á telduni og fráboða sjúku. Í Norra hevur tú rætt til upp í 8 sjúkradagar við fullari løn uttan at fara til lækna. Var tað tá ov nógv, at felagslimirnir hjá Georg fingu rættindir til heilsuviðgerð uttan eykaðkostnað? Uttan at skula stempla út?
Eftirmælið hjá Georg F. Hansen
Men so spell tað er. Umsorganin í FA er ikki fyri felagslimirnar. Tí arbeiðsfólkið eru bara skaffidýr. So at onkur annar kann sita væl. Georg hevði møguleikan til at seta sær nøkur mál, og hann kundi nátt sær nøkur mál, um tað var tað, hann vildi. Men tíðin er um at vera farin. Og her er ongin Haldur Hansen, og her er ongin Nólsoyar Páll til at hálpa okkum nú.
Eftirmælið hjá Georg, nú hann væntandi leggur kongin til várs, kann bara blíva ein parentes í fakfelagssøguni. Enntá ein rættuliga tóm parantes.
Rúni Nolsøe
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo