Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Asia er í dag býtt milum autoriter og deḿokratisk/hybrid stýri. Kina, Russland, Iran og Norðurkorea verða í hesi tíðargrein umtalað sum “aksamaktir”

Asia er í dag býtt milum autoriter og deḿokratisk/hybrid stýri. Kina, Russland, Iran og Norðurkorea verða í hesi tíðargrein umtalað sum “aksamaktir”

Asia er í dag býtt milum autoriter og deḿokratisk/hybrid stýri. Kina, Russland, Iran og Norðurkorea verða í hesi tíðargrein umtalað sum “aksamaktir”

Miðeystur hevur í áratíggju verið eyðkent av ruðulleika. Tá eitt stríð er av, byrjar annað, og soleiðis hevur verið alt síðani Turkaland (Osmannaríkið) misti valdið í økinum og ikki minst síðani londini byrjaðu at fáa fullveldi. Eisini hava ymisk stórveldi úr øðrum heimspørtum roynt seg í økinum, Bretland, Frankaríki, Russland og - ikki minst - USA. 

Men nú er eitt annað stórveldi farið at gera um seg í økinum: Kina. Hetta hevur higartlig mest verið við búskaparligum valdi, men í alsamt størri mun er Kina vorðin ein aktørur í geopolitiska stríðnum um Miðeystur. Las á flogtúri til Kina fyrr í juli “Foreign Affairs” (mai/juni 2024), m.a. fleiri áhugaverdar greinar um Kina, men eisini sera ótespiligu greinarnar “The Axis of Upheaval” og “Iran’s Order of Chaos”. Sambært greinini “The Axis of Upheaval” er talan í dag um nýggjar “aksamaktir”, ið saman bjóða USA og Vesturheiminum av á ymiskum frontum. 

Hesar aksamaktirnar eru Kina, Russland, Iran og Norðurkorea. Hesi stór- og meðalveldi eru langt frá samd um alt, men eru tó samd um týdningin av at geva USA og Vesturheiminum skarpan gang. Hesi londini royna at geva USA so stórar og nógvar trupulleikar sum gjørligt, fyri við tíðini at fáa USA v.fl. at taka stuðulin frá alsamt fleiri londum: “Working together, they enhance one antother’s military capabilities; dilute the efficacy of U.S. foreign policy tools, including sanctions; and hinder the ability of Washington and its partners to enforce global rules. Their collective aim is to create an alternative to the current order, which they consider to be dominated by the United States.” (The Axis of Upheaval, p.52)

Iranskir skutilsveinar í Miðeystri
Russland hevur seinastu árini serliga verið aktivt í Ukraina, Kaukasus og Syria. Kina er serliga aktivt í sínum kringøki: í Taiwan og Filipsoyggjum. Norðurkorea fokuserar serliga á Suðurkorea, og Iran roynir seg við “proxies” (longdum armum) kring Miðeystur. Umframt Syria hevur Iran hondlangarar í hesum londum: Irak, Yemen, Libanon, Palestina og (í lítlan mun) Bahrain. Hesir eru skutilsveinar hjá Iran í stríðnum ímóti USA og Ísrael. “Since Hamas’s 2007 takeover in Gaza, Iran has served as the groups primary patron. Tehran proffered money, materiel, and other support that made the October 7 attack possible, including military technologies, intelligence, and as much as a $200 million per year in financial assistance. It provided  drones and rockets as well as infrastructure and training to help Hamas build its own weapons.” (Iran’s Order of Chaos, p.98) 

Ísrael verður ikki bara álopið úr Palestina, men eisini úr Libanon, ið eisini hýsir iranskar ørindasveinar. “Tehran continues to provide Hezbollah with $700 to $1 billion per year in support, and the group maintains the paramount social, political, and military actor in Lebanon.” (Iran’s Order of Chaos, p.102)

Seinastu áratíggjuni hevur USA klárað seg serstakliga illa í Miðeystri. Golf-kríggið gekk rímiliga væl, men síðani hava vit sæð tvey fatal stórtap: Afghanistan-kríggið og Irak-kríggið. Hesi bæði lond eru nú undir stórari ávirkan av Iran, ið stendur munandi styrkt eftir stóru ósigrarnar hjá USA. USA slapp gaman í av við Saddam Hussein, men misti harvið týdningarmesta verjugarðin ímóti Iran, ið nú hevur etablerað fleiri proxies í grannalandinum. (Iran’s Order of Chaos, p.101) Øgiliga illa avstaðfarið, má sigast! Umframt hetta tapti USA Syria-kríggið, og ivasamt er hvønn veg tað gongur í Yemen. Sostatt hevur Iran í dag eitt samanhangandi valdsøki tvørtur um alt Miðeystur: Afghanistan ↠ Iran ↠ Irak ↠ Syria ↠ Libanon ↠ Palestina. Her vantar bert at fáa Ísrael burtur, so er valdsásin hjá Iran - Islamiska Republikkin - fullkomin. “From River to the Sea”, er sanniliga ein geopolitisk ambitión hjá Iran, eins væl og hjá skutilsveininum Hamas. 

Hamas er longdi armur Irans
Nógv fólk sýna í dag samhuga við Palestina, og tað er í fyrst syftu væl skiljandi, tí fólk flest ynskja bara frið… fyri ein hvønn pris, kann tykjast. Men hesi fólk tykjast at gloyma, at Hamas (og Hezbollah í Libanon) er ein longdur armur (proxy) hjá Iran, ið stríðist fyri at fáa Ísrael og USA út úr Miðeystri. Tá ein stuðlar Hamas, stuðlar ein harvið eisini Iran. Hetta er neyvan ein statur, ið flestu føroyingar vilja setast í samband við, men trupulleikin er: Stuðlar tú Hamas, stuðlar tú eisini Iran, líka mikið hvussu tú ynskihugsar nakað annað. “In fact, the quagmire in the Middle East presents an opportunity for a breakthrough in a four-decade strategy by Tehran to debilitate one of its foremost regional adversaries, Israel - and to humiliate the United States and drastically diminish its influence in the region. / The truth is that the Islamic Republic is now in a better position than ever to dominate the Middle East.” (Iran’s Order of Chaos, p.98)

Trupulleikin er nógv størri, um tú eisini tekur vitanina um nýggju aksamaktirnar við, tí stuðlar tú Iran, stuðlar tú harvið eisini Russlandi, Norðurkorea og Kina; londum, ið eru minst líka óndsinnað sum Iran. Og bæði Russland og Iran hava fóðrað iransku skutilsveinarnar við vápnum og vitan. “Iran has purchased North Korean missiles since the 1980’ies, and more recently, North Korea is thought to have supplied weapons to Iranian proxy groups, including Hezbollah and possibly Hamas. / Russia has been sharing more intelligence with and providing more weapons with Hezbollah than other Iranian proxies, and Moscow has defended those proxies in debates at the UN Security Council.” (The Axis of Upheaval, p.53,54)   

Kina er eisini við í øllum hesum spælinum, tí hóast Kina ikki formliga stuðlar hvørki Russlandi ella Iran militert, fer fram risastórt smuglaravirksemi gjøgnum tey miðasiatisku londini - “stan-londini” - í alsamt øktan mun ígjøgnum Afghanistan. 

Proxy-kríggj millum Vesturheimin og Eysturheimin
Trupulleikin er, at kríggini vit síggja í dag í síðsta enda eru proxy-kríggj (staðgongukríggj) millum superveldið USA og stórveldið Kina, ið enn ikki er superveldi, men væl ávegis. Vit eru í dag aftur inni í einum køldum kríggi millum Vesturheimin og Eysturheimin. Munurin er tó, at Kina er í ferð við at vinna sær superveldis-leiklutin, ið Sovjettsamveldið hevði í 20. øld. Nógv av kríggjunum og stríðunum, vit síggja í dag, eru tískil proxy-kríggj millum USA (og teirra sameindu í NATO, Aukus og Quad) og Kina (og “aksamaktirnar”, teirra stuðlar, skutilsveinar og smuglarar). Samstarvið millum “aksamaktirnar” fer ikki bara fram í loyndum, men verður alsamt sjónligari og ítøkiligari: “Notably, China, Iran, and Russia launched a small joint naval drill, the fourth of it’s kind in the past few years, in the Gulf of Oman in early March.” (Iran’s Order of Chaos). At aksamaktirnar vilja ávirka innsiglingina til bæði Persaflógvan og Reyðahavið, er opinlýst.

Proxy-kríggini vit síggja í dag eru í høvuðsheitum kríggið millum Ukraina og Russland og kríggið millum Hamas/Hezbollah (Iran) og Ísrael. Hesi bæði kríggj eru grundleggjandi stríð millum demokratiska Vesturheimin og autokratiska Eysturheimin. Onnur proxykend stríð eru eisini: m.a. í Kaukasus, í Yemen og á Koreahálvoynni. Eisini er framvegis spenningur á Balkan (Serbia, Kosovo). Harumframt eru ein rúgva av borgarakríggjum og statskvettum kring um í Afrika. Eisini er ætlanin hjá Venezuela at leypa á Guyana eitt møguliga komandi proxy-kríggj. Sum heild eru øll sosialistisk lond kring heimin meiri ella minni í parti við “aksamaktirnar”.

Neyðugt at stuðla bæði Ukraina og Ísrael
Tí er neyðugt at vera varin við, hvørjum londum man velur at stuðla í hesum tíðum. Stuðlar man Hamas, stuðlar man sostatt eisini Iran og harvið Russlandi, Kina og Norðurkorea. Soleiðis er tað bara, um man vil tað ella ei. Ein eigur at umhugsa, um ein hevur hug at vera “hentur býttingur” hjá einaræðisligu stór- og meðalveldunum, ið stríðast ímóti fólkaræði og mannarættindum. “All reject the principle of universal values and interpret the West’s championship of it’s brand of democracy as an attempt to undermine their legitimacy and foment domestic instability.” (The Axis of Upheaval, p.54) 

Gaman í fremur Ísrael brot á fleiri konventiónir, men Ísrael er okkara forpostur - okkara einasti skansi - í Miðeystri. Ísrael er einasta fólkaræðisliga samfelagið í Miðeystri, og fellir Ísrael, hevur islamistiska projektið hjá Iran vunnið fullkomnan sigur, og autokratiska projektið hjá “aksamaktunum” hevur vunnið ein heilan heimspart í sín favør, herundir týðandi tilfeingi og farleiðir. Sostatt kann tað gerast ein spurningur um, nær aksamaktirnar fáa nóg stórt viðrák til at onnur lond eisini hoppa við á tokið: “The axis of upheaval represents a new center of gravity, a group that other countries dissatisfied with the existing order can turn to.” (The Axis of Upheaval, p.59-60) 

At stuðla Ukraina er meiri upplagt, tí Ukraina stríðist heroiskt ímóti næststerkastu “aksamaktini” Russlandi, ið samstundis er størsta beinleiðis hóttanin ímóti Europa. Tað er eingin ivi um, at Ukraina hevur staðið sum ein klettur í brimi og hevur forðað fyri enn størri ræðuleikum í Europa. Tað syrgiliga er tó, at Ukraina stendur so lutfalsliga einsamalt í stríðnum ímóti Russlandi. Hetta hevur bæði fyrimunir og vansar. Vansin er, at Ukraina við tíðini verður slitið niður og at enda ikki megnar at standa ímóti Russlandi, umframt at tað onkursvegna kennist órættvíst, at Ukraina so einsamalt skal leggja rygg til russisku aggressiónirnar. 

Hinvegin er júst hetta eisini fyrimunurin: stríðið verður avmarkað til Ukraina - enntá Eystur-Ukraina - og fungerar sostatt sum eitt proxy-kríggj millum Russland og Vesturheimin, ið ikki beinleiðis rakar Vesturheimin. (The Lost Peace: How the West Failed to Prevent a Second Cold War). Hetta er júst poengið við proxy-kríggjum: at oyðileggingarnar skulu fara fram í einum triðjalandi.

Ukraina stríðist fyri Vesturheimin
Sjálvandi eru nógv, ið øsa seg um, at eg umtali Ukraina-kríggið eitt proxy-kríggj, men hetta er tíverri veruleikin, tó at talan eisini er um eitt álopskríggj. Man kann siga, at talan er um eitt álopskríggj, ið hevur ment seg til eitt proxy-kríggj. Ukraina stríðist fyri Vesturheimin; fyri fólkaræði, fyri mannarættindum o.s.fr. Tað er øgiliga trupult at siga, um Russland fer at vinna ella tapa - ella um vit fáa ein “javnleik” líknandi tann á Korea-hálvoynni. Við vitanini um “aksamaktirnar”, tvs. at Russland, Iran, Norðurkorea og Kina standa saman, er tíverri grund til svartskygni.

Kina er jú høvuðsmaktin, meðan Russland, Iran og Norðurkorea eru stuðulsmaktir. Kina hevur stóran áhuga í at gera tilveruna hjá USA so trupla sum gjørligt so nógvastaðni sum gjørligt. Kina hevur jú ynski um at taka Taiwan, fleiri av Filipsoyggjunum og ymsar aðrar oyggjar afturat - umframt ymisk marknaøki inni í Asia. Kina vil lutvíst styrkja seg sjálvt, lutvíst í samstarvi við Russland, Iran og Norðurkorea. “Russia’s defensive industrial base, now in overdrive to supply weapons for Russian troops in Ukraine, could later pivot to sustain a Chinese war effort” (The Axis of Upheaval, p.58). Men samstundis sum Kina styrknar, er ynskiligt at USA (og Aukus, Quad, NATO) vikna, soleiðis at geopolitisku ambitiónirnar hjá Kina í Landsynningsasia endiliga kunnu gerast veruleiki. Dreymurin hjá Kina er jú at gerast superveldi og við tíðini enntá eitt sterkari superveldi enn USA. Tað kann saktans henda, ikki minst tí USA er so vinglandi fyri tíðina - serliga Republikanski flokkurin, men nú eisini Demokratiski flokkurin við einum týðiliga viknaðum Biden á odda. 

Amerikanska forsetavalið - ein møguligur gamechanger
Um Trump vinnur forsetavalið, vil hann sannlíkt føra ein meiri isolationistiskan politikk og harvið gera USA enn veikari á altjóða pallinum. Tað er tískil absolutt til fyrimuns fyri “aksamaktirnar”, um Trump vinnur forsetavalið. “A reduction in the U.S. global presence would leave the fate of crucial regions in the hands not of friendly local powers but of axis members seeking to impose  their revisionist and illiberal preferences.” (The Axis of Upheaval, p.63)

Hetta vildi verið ein trupulleiki fyri geopolitisku áhugamál Vesturheimsins: “For now, U.S. national security ranks China as a higher priority than Iran, North Korea, or even Russia. That assessment is strategically sound when considering the threat that individual countries pose to the United States, but it does not fully account for the cooperation among them.” (The Axis of Upheaval, p.61) Neyðugt er sostatt at stríðast skipað ímóti øllum aksamaktunum í senn, heldur enn at lata aksamaktirnar spæla kispus við USA og teirra sameindu.

Í víðari perspektivi kann BRICS-samstarvið eisini gerast ein týðandi trupulleiki. BRICS er eitt búskaparligt samstarv millum Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika. Eisini onnur týðandi lond sum m.a. Saudi Arabia, Iran og - ikki minst NATO-landið Turkaland - vilja við í BRICS. Turkaland umhugsar BRICS, m.a. tí tað ikki sleppur við í ES. Styrkir Turkaland sambondini við “aksamaktirnar”, er tað ein vansi fyri NATO, og indiski limaskapurin í BRICS ger longu nú Quad minni samt, enn tað kundi verið.

Einaræðislig stórveldi eru ikki góð fyri smálond
Hesi orð vórðu skrivað í Lhasa í Tibet í farnu viku - eitt land, ið sera harðliga hevur merkt hvussu stórveldið Kina fer við sínum grannalondum. Eg sendi tað út í miðlarnar nú á markinum til Nepal, har eg neyvan fái trupulleikar av hesi tíðargrein. 

Áðrenn smálond í Asia gerast alt ov forelskað í Kina, er vert at hyggja eftir vestastu landslutunum Tibet og Xinjiang, áljóðandi sjálvstýri, men í veruleikanum kúgaðir landslutir. Hetta er tað, ið í uttasta konsekvensi stendur í væntu, um eitt autoritert stýri fær vald yvir smálondum í grannalagnum. Fyrimunurin hjá taiwanesarum er tó, at teir eru etniskir han-kinesarar, men onnur smærri lond í Asia munnu rysta í brókunum, tí hesi lond ynskir Kina einans at mergsúgva og undirkúga.  

Aftur til Føroyar. Tað er ikki líkamikið, hvørjum vit stuðla. Vónandi ynskja føroyingar flestir framhaldandi fólkaræði, mannarættindi og altjóða skipað viðurskifti. Alternativið er einaræði, vald teirra sterku og undirkúgan av smáum londum kring heimin. Smálond sum Føroyar njóta gott av verandi heimsskipan, men um “aksamaktirnar” fáa sín vilja, verða smálond sum Føroyar tilfeingisbúðir hjá tí stórveldinum, ið fær yvirvald í økinum. Tí eru vit noydd at stuðla teimum londum, ið ynskja fólkaræði og ikki teimum londum, ið ynskja einaræði, m.a. Iran, Russlandi, Norðurkorea, Kina og teirra skutilsveinum sum t.d. Hamas, Houthi og Hezbollah.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

Keldur: 

  • The Axis of Upheaval. Kendall-Taylor & Fontaine. Í Foreign Affairs, May/June 2024

  • Iran’s Order of Chaos. Maloney. Í Foreign Affairs, May/June 2024

  • The Lost Peace: How the West Failed to Prevent a Second Cold War. Richard Sakwa, Yale University Press, 2023.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo