Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: At børn og ung ikki eru so virkin likamliga longur samanborið við fyrr, er ein fatan nógv hava, vit hava bara manglað dátu og kanningar, sum vátta hetta páhaldið. Nú eru tvær kanningar gjørdar í Noregi, sum varpa ljós á, hvussu virkin børn og ung í aldrinum 9 til 15 ár í roynd og veru eru. Kanningarnar eru gjørdar í 2005 og 2006 og aftur í 2011 og 2012.

– Bæði tey 9 og tey 15 ára gomlu sita meiri still nú enn áður og røra seg minni í 2011/2012 samanborið við í 2005/2006. Teir 9 og 15 ára gomlu dreingirnir sita 40 minuttir meiri stillir í 2011/12 enn í 2005/06. Hjá teimum 15 ára gomlu gentunum var talan um næstan 50 minuttir.

– Hetta er millum fyrstu kanningar í heiminum, har eitt stórt tal av børnum og ungum eru kannað við eini objektivari máting. Aðrar kanningar eru gjørdar við spurnablaði, tað vit siga, at tey hava sjálv greitt frá, hvussu virkin tey eru, og tað vísir seg mangan ikki at vera so neyvt, sigur Dalene.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo