Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Greiður kynsmunur er í førleikunum at lesa, bæði tá talan er um at finna upplýsingar, at skilja tekstin, at meta um og hugleiða, og at lesa einstakan tekst ella fleiri samansettar tekstir.

Í øllum førunum eru genturnar frammanfyri.

Minsti munurin er í at meta um og hugleiða; har fáa genturnar 476 stig, meðan dreingirnir fáa 460; størsti munurin er í at lesa einstakan tekst; har fáa genturnar 465 stig, meðan dreingirnir fáa 436 stig. Miðal fyri lesing er 458, har genturnar fáa 470 og dreingirnir 446 stig. Munandi fleiri gentur rukku førleikastigi 3 og hægri enn dreingirnir; tá ið talan var um førleikastig 3 og uppeftir kláraðu 41 prosent av gentunum hetta og 30 prosent av dreingjunum; tá ið talan var um førleikastig 2 og niðureftir vóru tølini ávikavist 59 og 70 prosent fyri gentur og dreingir.

Greiði munurin á lesiførleikanum hjá gentum og dreingjum styrkir tær kanningar, sum eru til taks frammanundan.

Tá ið talan er um náttúruvísindi er kynsmunurin væl minni samanborið við lesing. Samlað fingu føroysku næmingarnir 465 stig; dreingirnir 465 stig og genturnar 464 stig; sostatt var so at siga eingin munur. Kynsmunurin í náttúruvísindum hevur verið lítil øll árini, vit hava tikið lut í PISA.

Í støddfrøði hevur lítil munur verið í miðal PISA-stigum millum kynini í undanfarnu PISA-kanningunum, men munurin er eitt vet hægri í 2018, har dreingirnir fáa 10 stig meira enn genturnar.

Staðfestast kann, at ein ávísur munur er á gentum og dreingjum, um hugt verður at býtinum av førleikastigum. Tað eru fleiri gentur, sum ikki røkka meira enn lága avrikið, og sostatt eru undir minstamark fyri, hvat næmingarnir skulu duga eftir fólkaskúlan sambært OECD. Tað eru 5% av gentunum og 9% av dreingjunum, sum bert megna stig 0 og 1. Dreingirnir eru betur fyri, eisini tá tað kemur til høga avrikið, har 5% av dreingjunum og 1% av gentunum røkka stigunum 5 og 6.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo