Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Afturi í 2019 fingu garnaskipini tiltrongd gleðilig tíðindir, tá politiski mynduleikin tók avgerð um aftur at lata hesum skipabóki makrelkvotu; nakað sum skipini av søguligum orsøkum væl og virðiliga høvdu uppiborið.

Undan hesum tíðspunkti høvdu garnaskipini í gjøgnum fleiri ár havt vánaligan rakstur vegna skerdar veiðimøguleikar.

Tó, tað serliga við garnakipunum er, at tey hava eina sera langa søgu í føroyskari fiskivinnusøgu frá fyrst í 60’unum, tá føroyski fiskiskipaflotin bleiv endurnýggjaður og førdi Føroyar langt fram á leið. 

Okkurt at hesum reiðaríum hevur ongantíð skift eigara, hevur bygt skip sítt í Føroyum, men  verður hóast tað so líðandi trýst úr føroysku fiskivinnuni. Hettar alt í meðan milliarda virði av fiskikvotum eru komnar til tjóðina.

Søguliga hava fleiri av garnaskipunum annars fyrr verið trolarar. Fyrst í 10’unum veiddu hesi skipini makrel í egnum bólki. Flestu eru upprunaliga trolarar, sum virkaðu á øðrum grundarlagi enn sum garnaskip. M.a. hava tvey skip sín uppruna sum rækjutrolarar á fjarleiðum, og tvey onnur vóru ídnaðartrolarar, sum m.a. royndu undir Føroyum og í Norðsjónum.

Harumframt eru tvey skip, sum høvdu sítt grundarlag sum línuskip á fjarleiðum á Flemish Kap og við Labrador. Felags fyri øll hesi garnaskipini er sostatt, at tey upprunaliga als ikki hava verið garnaskip.

Orsøkin til, at tey endaðu í einum undarligum bólki fyri seg sum garnaskip, er hon, at tey øll høvdu sítt tilverugrundarlag á fjarleiðum. Í veruleikanum á sama hátt sum verandi uppsjóvarskip (tó undantikið tey sum eru komin í flotan sum nýggj skip í gjøgnum uppboðssøluna ella sum nýggjar verkætlanir).

Tey, ið endaðu sum garnaskip mistu sínar veiðimøguleikar, antin tí tey vóru rikin burtur vegna altjóða stongsil, ella av fiskivinnupolitiskum orsøkum í Føroyum, ella tí at fiskiskapurin sveik.

Samanumtikið hava hesi skip tó í øgiliga stóran mun skaffað føroysku tjóðini nógv søgulig altjóða rættindir, sum tann føroyska tjóðin nýtur gott av tann dag í dag. 

Garnaloyvini komu sostatt av neyð á skipini í 90’unum, tá skipini mistu atgongd til fjarleiðir og ídnaðarfiskiskapin undir Føroyum. Politiskt varð gjørt av, at skipini skuldu fáa sítt tilverugrundarlag á føroyagrunninum við gørnum. Fiskasløgini vóru havtaska og svartkalvi.

Men tey vóru frá byrjan avmarkað til bert at kunna brúka 1400 gørn tilsamans fyri hvørt skipið, og tað røkkur ikki til fulltíðarfiskiskap allar dagarnar í vikuni; heldur bert til fiskiskap í 4-5 dagar í senn.

Søguliga hava skipini sostatt verið millum tey, sum hava vunnið Føroyum fiskrættindi m.a. á Flemish Cap og á øðrum fjarleiðum, og garnaloyvini komu nakað av tilvild á skipini, tí aðrir veiðimøguleikir júst tá ikki vóru hjá føroysku tjóðini at gangnýta.

Men soleiðis er ikki longur. Nýggir møguleikar stungu seg upp fyrst í 10’unum, tá føroyska uppsjóvargrundarlagið brádliga vaks við sera týðandi nøgdum.

Men onkusvegna vil politiski mynduleikin ikki longur ordiliga kennast við garnaskipini, og tað blinda eyga verður áhaldandi vent til tey. Lítil politisk virðing sýnist vera fyri eitt nú Oknini, Vesturland og Vágasteini, sum øll hava til felags, at kjølarnir vóru strektir í sjarpholinum á Tórshavnar Skipasmiðu. Sama við reiðarínum hjá Hans Erik, sum bleiv bygdur á Skála Skipasmiðu við júst tí endamáli at vinna fiskirættindi á Flemish Kap. Men nei, skipið bleiv lagt við bryggju í 1991 og fekk so stungið eitt garnaloyvi í hondina at liva av.

Og víðari kann nevnast søguligu kjølanir sum blivu strektir í Norra, Hans Oliver Højgaard, Gamli Andras, um endaðu sína lagnu í føroyskari fiskiskipasøgu.

Og ikki minst garnaskipið Gudrun, sum eisini hevur langa og heiðurliga søgu.

Tað er beikst og óvirðiligt, at hesar skipasøgunar nú skulu verða trýstar úr føroyskari fiskiskipasøgu, herundir serliga tá hugsa verður um hvussu nógv tilfeingi er komið til tjóðina og býtt út av nýggjum.

Um nakað rættvísi var í føroyska fiskivinnupolitikkinum, áttu hesi skip sjálvsagt at sloppið upp í part aftur nú, tá nýggir møguleikar í føroysku fiskivinnuni hava stungið seg upp. Tað átti ikki at veri so undarligt, tí tað var jú ætlanin tá í 90’unum.

Ikki so, í byrjanini, í 10’unum, tá uppsjovargrundarlagið vaks so øgiligt, sýntist tað sum um, at politiska skipanin mintist aftur á upprunan til garnaskipini, tí skipini fingu nakað av eginkvotu av makreli at veiða, og tað fóru tey so eisini í gongd við; fyri tað mesta sum partroling, sum í stóran mun er sami veiðiháttur, sum uppsjóvarskipini í dag brúka.

Eftir nøkur ár tó, broytist støðan aftur, tá politiski mynduleikin av undarligum orsøkum, sum vit ikki kenna,  ‘gloymdi’ garnaskipini. Og síðani ikki fyrr enn í 2019 kom politiski mynduleikin so aftur á søguligar tankar og tillutaði nakað av makrelkvotu til garnaskipini. Men tað var eitt sindur so sum so, tí nøgdirnar hava ikki verið stórar, tó at allur bati bøtur.

Men nú ætla tey, gud hjálpi tú mær, at garnaskip skulu rinda sama tilfeingisgjald av sínum 200 tonsum, sum eitt skip sum hevur meira enn 10.000 tons sum kvotugrundarlag. Hvat er hetta fyri politikkur?

Hugsanin við tilfeingisgjaldinum er at fáa ónormalan vinning inn í landskassan. Men tað er eingin ónormalur vinningur at heinta av 200 tonsum. Tað er tað av 10.000 t. Hatta er faktisk ein formur fyri óhugsandi flatskatt so tað forslær. Tað hevur als einki við ónarmalan vinning til garnaskipini.

Um orsøkin er, at nýggir óroyndir og óvitandi politikkarar koma til, sum ikki duga at taka atlit til søguliga gongdina hjá garnaskipinum, vita vit ikki ordiliga svarið upp á, men vit vita so undir øllum umstøðum, at okkurt má vera galið í skipanini, tí tað kann virkuliga ikki vera rætt, at nøkur skip, sum søguliga hava skaffað Føroyum fleiri varandi rættindir á ymsum fjarleiðum, og sum ikki sjálvi høvdu skuldina av, at tey mistu sínar tá vanligu fiskileiðir, nú bara skulu gloymast burtur. Tað eigur ikki at bera til – um rættvísi er til.

Orsøkin til, at tey komu á føroyaleiðina at fiska, var tí at veiðibann var sett fyri Flemish Kap fekk veiðibann, nakað samstundis sum Føroyar mistu rættindi at veiða við Grønland, Canada og í Norsjónum eftir ídnaðarfiski.

“Utak er verdens løn” er orðatak – orðatak sum tíverri passar væl til garnaskipini – tað er ikki ordiliga til at skilja, at ein politisk skipan í einum demokratiskum landi, sum sigst hava gjøgnumskygni, í botn og grund loyvir sær at uppføra seg soleiðis mótvegis teimum, sum annars hava stríðst fyri rættindum til føðilandið.  

Vælsignaðu politikarar minnist nú til upprunan til garnaskipini, okkara tilvera hevur ikki verið løtt, og tað eigur ikki at vera neyðugt hjá tykkum at gera hana verri.

Vit duga væl at  at reka skip, men kvotagrundarlagið hevur verið so besyndarligt, at tað næstan í sær sjálvum er ein sólskinssøga, at skipini enn loysa og eru í vinnu. 

Garnaskipini eiga at verða viðgjørd við tí virðing, sum garnaskipini av søguligum orsøkum eiga at vera víst.

Felagið Garnaskip
Hans Andrias Kelduberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo