Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alzheimersfelagið skipaði 15. november saman við felagnum Heimafriði fyri fyrilestri um gang og demens. Vit høvdu fingið Mette Sørensen, professara á Deildini fyri Náttúruvísind og Umhvørvi á Universitetinum í Roskilde at leggja fram nýggj granskingarúrslit, sum benda á  eitt samband millum gang frá ferðsluni og demenssjúkur.

Fleiri kanningar hava seinastu tíðina bent á, at eitt slíkt samband finst; m.a. eru slíkar kanningar gjørdar í Stórabretlandi, Canada og Svøríki, men ongin so stór og vælgjørd, sum henda danska, sum varð almannakunngjørd í British Medical Journal her í heyst.

Kanningin brúktu góðu og neyvu almennu heilsuskráirnar í Danmark og almennu skráirnar, sum siga frá, hvar tey hava búð og hvussu nógvur larmur stavar frá ferðsluni á hvørjum einasta matrikli, sambært mátingum og útrokningum.

Smáar 2 milliónir fólk, 60 ár ella eldri, og sum búðu í Danmark millum 2004 og 2017, vóru øll  partur av hesi kanning. Granskararnir funnu so øll tey av hesum, sum høvdu fingið diagnosuna demens (bæði Alzheimers demens og onnur sløg av demensi). Samstundis funnu granskararnir fram til, hvussu leingi tey høvdu búð ymsastaðni og hvussu nógvur gangur var á hesum matriklunum.

Tað vísti seg so, at tey, sum høvdu búð í 10 ár á støðum  við nógvum gangi frá ferðsluni, høvdu oftari demenssjúku enn fólk, sum høvdu búð í minni gangi. Kanningin samanbar bæði gang frá bilum og frá jarnbreytum, og úrslitið var tað sama. 

Hvørjar orsøkirnar eru til hetta samband, er ilt at siga, men her eru nøkur boð: Gangur er strongdarelvandi og tað merkir, at ymisk hormon í likaminum verða slept út í blóðið – tað kann í sjálvum sær ávirka æðralagið, og hava millum annað hækkað blóðtrýst við sær, umframt æðrakálking. Gangur kann eisini ávirka svøvnlagið, bæði hvussu langur náttarsvøvnurin er og hvussu góðskan av svøvninum er (hvussu fast vit sova).

Gangur nakrar fáar dagar ella nætur er neyvan vandamikil, men tá gangur gerst støðugt afturvendandi í áravís – ella sum í hesi kanningini í minst 10 ár – ja, tá gerst hann ein fólkaheilsutrupulleiki.

Hendan kanningin er so stór, at ilt verður at síggja burtur frá henni. Hon má heldur roknast uppí tær kanningar, sum seinastu árini hava ávíst, at gangur á arbeiðsplássum, gangur heima við hús og ikki minst gangur, tá vit skulu sova er heilsuskaðiligur. Sjálvandi ber tað til hjá teimum, sum arbeiða í einum maskinrúmi at brúka hoyriverju, men tað er sjálvandi ikki loysnin í barnagørðum, skúlum ella heima við hús, har vit skulu hvíla okkum fyri at kunna taka dagsverk á okkum dagin eftir.

Gangur er sjálvandi ikki meginorsøkin til demens, men mest sannlíkt er gangur viðvirkandi, saman við óhepnum lívsvanum og ílegum. Men tað vit hava í holdi borið, kunnu vit onki gera við, men gang, sum er ljóð, sum vit helst vildu verið fyri uttan, hann kunnu vit gera nakað við. Vit kunnu minka um óljóðið á flakavirkjum, innan barnaansingina og ikki minst í býlingunum, har stórir skipsmotorar eru í gongd, hóast teir kundu verið sløktir, um skipini fingu sær landstreym, tá tey liggja við kai.

Tórshavn, tann 22. november 2022
Vegna Alzheimersfelagið
Pál Weihe, nevndarlimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo