Gongutúrur fyri friðing á Víkum verður 8. juli, har gingið verður til Fjallavatn og Norð á Munna.
Staðkønir ferðaleiðarar vera við á túrinum, sum er eitt frálíkt høvi hjá øllum áhugaðum at uppliva hugtakandi landslagið og útsýnið til Víkar. Røður verða hildnar, og røðarar vera Sigurd Nordendal, Magnus Gaard og Sonja Jógvansdóttir.
Túrurin er í sambandi við áheitanina til Yvirfriðingarnevndina um at friða økið, sum er eitt av teimum seinastu stóru náttúruøkjunum, sum eftir eru í Føroyum. Eingin búseting er á Víkum og tí er tað óumhugsið at staðseta ídnaðarliga laksaaling í hesum framúr vakra náttúruøki.
Hetta fjarskotna økið hevur frá fyrsta degi fest seg í hugaheimin hjá fólki. Huldukonurnar, sum seyðamaðurin á Sondum rendi seg í, búðu í hesum økinum, og tað var á Víkum, at Ketil og Kálvur ein óveðursdag vóru farnir at leita eftir rekaviði til árar. Kópur er eisini á Víkum, og aling er til stóran ampa fyri kópin, sum verður skotin, kemur hann ov nær alibrúki.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at áhugi hevur verið í økinum. Ætlanir hava verið um at brúka Fjallavatn til streymframleiðslu, og tað var av hesi orsøk, at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag varð stovnað í 1980. Tá eydnaðist tað at friða vatnið, sum eisini er næststørsta vatn í Føroyum. Hetta var ein stórur sigur fyri føroysku náttúruna, og tíbetur ber framvegis til at njóta vatnið, áirnar og stórfingna landslagið.
Nú økið aftur er hótt, hesa ferð av laksaling, vilja vit heita á myndugleikar og politikarar um at varðveita náttúruna á Víkum, so at hon framhaldandi fer at vera til gagns og gleði hjá komandi ættarliðum.
Farið verður frá Vatnsoyrum kl. 13 og túrurin varir áleið 5 tímar. Gott er at hava matpakka við, og góðar gangiskógvar. Bussur koyrir, og tey, sum koma við bussi gjalda 50 kr. og neyðugt er tá eisini við tilmelding, sum fer fram á fnu(at)fnu.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo