Sigfríður Clementsen verður í hesi vikuni væntandi kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá EB/Streymi.
Hetta veit Bolt.fo.
Sigfríður hevur vunnið FM tvær ferðir og Løgmanssteypið fimm ferðir. Hann vann greipuna við EB/Streymi í 2008.
Hann tekur við eftir Jákup Martin Joensen, sum var høvuðsvenjari hjá sundalagsmonnum í fýra ár, frá 2019 til og við í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo