Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

JFK: Nýggi Gadus, sum varð yvirtikin fyri umleið tveimum vikum síðani, verður doyptur komandi sunnudag klokkan 14.00 í Klaksvík.

Skipið er í dag vestanfyri Írland, og ferðin heim hevur gingið væl.

Gadus stevnir inn á Klaksvíkina sunnudagin og kemur at liggja á vestursíðuni beint við Netastovuna.

Undir hátíðarhaldinum verða røður hildnar, Klaksvíkar Hornorksetur fer at spæla, eins og aðrar tónleikaframførslur verða.

Almenn móttøka eftir dópin
Eftir dópin eru øll vælkomin umborð á Gadus at síggja nýggjasta skipið í føroyska flotanum.

Skipið er serbygt til veiðu í Barentshavinum, soleiðis at øll veiðan kann takast við í land, eins og Gadus er gjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir.

JFK bjóðar Fish & Chips á bryggjuni við enskum kokkum
Beint eftir dópin letur Fish and Chips búðin hjá JFK upp, har møguleiki verður at fáa eina máltið við fyrstafloks fiski úr Bartenshavinum.

Aftur hesaferð eru tað kendu ensku kokkarnir, sum í fleiri ár hava verið á Sjómannadegnum, ið fara at standa fyri vælsmakkandi matgerðini.

Fish & Chips búðin stongir klokkan 18.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo