Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: G! Festivalurin, sum hevur verið hildin í Syðrugötu síðani 2002, byrjar í dag og heldur fram til leygardagin.

Við framúr góðum veðri hevur uppsetingin og seinastu fyrireikingarnar gingið væl, og nógv fólk kemur at vitja Syðrugötu næstu dagarnar.

Tónleikaskráin byrjar við Enekk, sum hevur havt grundleggjandi ávirkan á föroyskan tónleik síðani tíðliga í nítiárunum. Enekk lata Spæliplássið upp kl. 17.

Kl. 18 letur pallurin á sandinum upp við Einangran, sum Lea Kampmann og Heiðrik av Heygum standa aftanfyri. Síðan kemur ein perluröð av fjölbroyttum og forkunnugum tónleiki, m.a. Samba Toure við sínum eyðkendu afrikansku Songhoi bluestónum úr Mali, Sound of the Damned úr Grönlandi, Das Body úr Noregi, íslendsku GRÓA, donsku veitslumakararnir Spectors (Untz Untz Untz), og niðurlendsku Personal Trainer.

Harumframt verður ein spennandi skrá í Fjósinum við m.a. Elinborg, útgávukonsert við Silvurdrongi, Ragnar Finsson, og filmssýning fyrr um dagin.

Longu í gjár byrjaði veitslan á tjaldingarökinum, og í pottunum á sandinum. So kom við til Syðrugötu til eina ógloymandi byrjan upp á festivalin, við framúr tónleiki, góðum felagsskapi og tí besta av föroyskum gestablídni og veitslulagi.

Tú mást fara!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo