Betri Stuðul: Komandi trý árini fer ein stórur skari av ungdómum at fáa prógv í fyrstuhjálp.
Í fjør lat Betri Stuðul øllum 7. flokkunum í landinum fyrstuhjálparskeið. Eftirmetingarnar vóru sera góðar, og avgerð er nú tikin um, at komandi trý árini verður fyrstuhjálparskeiðið eitt fast tilboð til allar næmingar í 7. flokki.
Hugskotið er einfalt: børn í 7. flokki eru nom, og tey eru eisini nóg búgvin til at taka ábyrgd í eini álvarsamari støðu. Í hesum aldrinum gerast tey støðugt meira sjálvbjargin, og flestu teirra taka lut í nógvum ymsum sosialum samanhangum.
Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bera skjótt og rætt at – og bjarga øðrum, um óhapp henda.
Tað er besta gávan, vit kunnu geva, og hon gagnar øllum samfelagnum. Jú fleiri duga fyrstuhjálp, jú tryggari eru vit øll.
Betri Stuðul stuðlar verkætlanum, ið hava til endamáls at skapa tryggleika, fyribyrgja sjúku ella gagna samfelagnum á annan hátt – og nú allir næmingar í 7. flokki fara at duga fyrstuhjálp, er tað ein íløga í eitt hægri trygdarstig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo