Euronews Next skrivar um, hvat skal henda mánaðirnar og árini framyvir, nú fyritøkur fyrireika seg til at lúka krøvini í lóggávuni.
ES-lógin um AI kemur í gildi í dag 1. august og verður galdandi fyri allar vitlíkis (AI) skipanir, sum longu eru í gildi ella í menning.
Lógin verður mett at vera fyrsta lóggávan í heiminum, sum roynir at regulera AI út frá váðanum, sum hon hevur við sær.
Dagfestingin 1. august hevur eina røð av dagfestingum og tíðarlinjum fyri mánaðirnar og árini framyvir fyri at fyrireika fyritøkur, sum brúka AI í øllum førum til at kunna seg um nýggju lóggávuna og halda hana, skrivar Euromews Next.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo