Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu tíðina er nógv gjørt burtur úr ”læknastríðnum í Klaksvík” bæði av føroyingum og dønum við bókaútgávuum og í loftmiðlum eitt nú av: Poul Hammerich og Frede Asgaard – fyri árum síðani -  Líggjasi í Bø og Arnstein Niclasen, síðani seinast í eini sjónvarpssending av Løkke hjúnunum.  

Søgan er altíð áhugaverd og umráðandi Hon kann vera ein njótan fyri summi og fyri onnur ”fæst øði í grindina”. – Bæði hava eydnast væl og báðir partar halda seg hava rætt!

Spurningurin er nú, hvat læra vit, ella hava vit yvirhøvur lært nakað av søguni? Alt hetta, sum gjørdist eitt ógrøðandi sár fyri Klaksvík vinnuliga, var ein fyribils bati fyri okkara sjúkrahús inntil onnur strategi varð tilevnað og trýst ígjøgnum politiskt, har embætisstættin í høvuðsstaðnum skoraði undir m.a. við nýggjum lógarverki.

Tí er at spyrja: ”Klaksvíkar Sjúkrahús 70 ár eftir orrustuna – og hvat so”? Eru árini fyrst í 21. øld nú nakað øðrvísi og frægari enn 1930ni- og 40árini, tá grundarlagið við ólógligum sjúkrahússtýri var lagt undir tað, sum skuldi gerast ein uppgerð í bardaganum fyrst í 1950unum. – Er tað nú ikki bara í øðrum búna? Hvat hevur eftirtíðin víst?

Síðani tá er lutfalsliga lítið til bata    
Ein stutt søgulig lýsing eftir orrustuna í 1950unum av ný- og útbygging av  Klaksvíkar Sjúkrahúsi:

- 1962 kom útbygningurin eystur og vestur og starvsfólkabygningurin helst bara ein beinleiðis avleiðing av ”stríðnum” sum plástur á sárið.

- 1988 fekst kroystur ein bygningur inni í garðinum, til eina skurðstovu, í samband við útskifting av mjadnum, har høg krøv vóru sett til skurðstovuna og so steril- og pakki rúm.  Tvær seingjarstovur, heittvatnshylur, og venjingarrúm og fysioterapi.

- 1984 var bygt Norðoya Røktar- og Ellisheim við onkrum smávegis tænasturúmum, kapelli, onkrum bíðirúmi við móttøku og kantinu.Hetta var sum so eingin sjúkrahúsútbygging.

- Hesi eru avrikini seinastu 60 árini og kostnaðurin nakrar fáar 10tals mió. krónur!

- Síðani tá eru seingjarplássini tódnað og fækkað!

Komandi greinar við ábendingum
Sum nevnt er søgan um ”læknastríðið í Klaksvík” serstøk og áhugaverd við øllum sínum vansum og fyrimunum, skapt av donskum og føroyskum politikarum og skorðað væl undir av donskum og føroyskum embætismonnum.

Hon kann møguliga í ávísum førum brúkast til okkurt, men er sum so ídag ein deyður partur, tá talan er um eina framhaldandi menning av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tí fari eg at koma  í greinum við nøkrum ábendingum frameftir, fyri aftur at tað kundi verið kveikt undir virkisfýsni hjá  núverandi løgtingsfólkum fyri Norðoyggjar, ið eru væl fyri og sum eru á víðvølli,  Klaksvíkar býráði, og kanska kundi hetta verið ein áhugaverd skúlauppgáva í samfelagsfrøði, hvat er hent: ”…70 ár eftir orrustuna – og hvat so”!

Jógvan við Keldu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo