Innsent: Í gjár hevði almenni listin uppstillingarfund til kommunuval í Runavíkar kommunu.
Bill Justinussen innleiddi við at borgarstjórin hevði heitt á fyrireikararnar at fáa skipa hendan fundin og at tað var týdningarmikið við einum sterkum lokalum lista í miðstaðarøkinum. Síðani greiddi Bergmann Finnsson frá um kommunustýrislógina og hvussu ein kommuna er skipað.
15 valevni kunna verða á listanum og bleiv hesin fullmannaður á kvøldinum. 11 menn og 4 kvinnur.
Valevni:
-
Terje Beinar Vestergaard
-
Tóri Højgaard
-
Kaja Joensen
-
Sonni Lamhauge Petersen
-
Sæunn Ólavsdóttir Hansen
-
Tórbjørn Jacobsen
-
Rúni Jacobsen
-
Annfinnur Garðalíð
-
Jóhan Vest
-
Sigrun Jónsveinsdóttir
-
Sigrið Dalsgaard
-
John Andersen
-
Arnfinn Langgaard
-
Jonhard Danielsen
-
Bogi Hansen
Til seinasta kommunuval vóru 4 listar í Runavíkar kommunu, herav almenni listin var ein av teimum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo