BirkBlogg: Tað er ein rár sjón at síggja eitt føroyskt heiti á eini útlendskari skrá, tað verið seg bókmentanarlig, tónleikalig, ella sum í hesum føri - í heiðurskrýndum filmiskum høpi.
Trúði ikki mínum egnu eygum, at Andrias Høgenni við filminum Ikki illa meint hevur funnið náði fyri úrvalsnevndini í Cannes, sum á 58. sinni skipar fyri stuttfilmskappingini Semaine de la Critique á einum av heimsins kendastu filmsstevnum, sum á 72. sinni verður hildin í Cannes í døgunum 14.-25. mai í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo