Nes kommuna: Í dag, fríggjadagin 27. okt., vórðu Ulla Hansen og Kartin Lamhauge Hansen vígd á kommunuskrivastovuni av Súna í Hjøllum, borgarstjóra.
Hetta er fyrstu ferð, at eina vígsla er farin fram á kommunuskrivstovuni á Toftum.
Tá ið Nes kommuna í vár tók við býarheitinum, fekk borgarstjórin samstundis vígslumyndugleika. Fyrsta vígslan, sum borgarstjórin skipaði, var í Nebo tann 18. mars 2023.
Nes kommuna ynskir brúðarparinum Ullu og Kartin Lamhauge Hansen hjartaliga tillukku, alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo