Nú er fyrsta tornið, 80 m høgt, av teimum seks vindmyllunum hjá Pf Flatnahaga komið upp at standa í Flatnahaga, og sambært stjóranum í Magn, so verða vindmyllurnar tiknar í brúk fyri jól í ár.
Í løtuni verður alt tilfarið koyrt niðan frá bryggjuni, hetta verður gjørt eftir klokkan 19 um kvøldið, og um eina viku ella so, er alt koyrt niðan, metir forstjórin í Magn, Finn Jacobsen, og væntar forstjórin at fólk frá Enercona fara at reisa ein myllu um vikuna eftir tað.
- So einaferð síðst í oktober í ár verður klárt at royndarkoyra myllurnar, og skulu tær royndarkoyrast í ein mánaða, feilfrítt, og kunnu vit so yvirtaka myllurnar fyri jól í ár, sigur forstjórin.
Mátturin á teimum seks myllunum er 18 MW, sum gevur eina árliga framleiðslu á 64 GWt.
Magn og Lív eiga partafelagið Flatnahagi. Lív eigur 60 prosent og Magn 40 prosent.
Dronumyndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo