Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

TUTL: Unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava bjóðar tær at kopla frá heimsins støðuga meldri og traðka inn í tær dvøljandi minimalu atmosferurnar hann hevur skapt í Impressions, hansara fyrstu tónleikaútgávu, sum kemur út 24. juli ígjøgnum plátufelagið TUTL.

Impressions gevur lurtaranum høvið at uppliva tónleik, uttan at fáa at vita hvat hann skal føla. Útgávan er samansett av trimum tematiskt samanknýttum klaververkum: In Fog, Ripples og Bells. Endurtakandi og yvirlappandi mynstur eyðkenna øll trý verkini, sum eru í somu tónaart frá byrjan til enda. Hóast tað broytast tey áhaldandi, enntá um tað er heilt spakuliga.

Impressions bleiv til undir tí fyrstu tíðini av koronavirus farsóttini. Tørvurin at kopla frá tí støðugu bombarderingini av upplýsingum um farsóttina myndaði útgávuna, sum á ein hátt kom at spegla tann uppsteðgaða heimin menniskjan brádliga var í.

Eli Tausen á Lava hevur verið virkin sum tónaskald síðan 2015. Hann hevur skrivað solo-, kamar- og kórtónleik og hevur arbeitt við fleiri tónleikarum og tónleikabólkum, bæði í Føroyum og uttanlands. Eli varð nevndur Ársins Nýggja Navn á FMA í 2019 — hetta var fyrstu ferð eitt klassiskt tónaskald vann heiðurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo