SEV: Gongst sum ætlað, verður Hestfjørður karmur um heimsins fyrstu sjóvarfalsorkulund, og fyrireikingararbeiðið gongur væl, boðar Minesto frá.
Samlaði mátturin í lundini verður uml. 30 MW, býtt út á 24 1,2 MW drekar. Árliga framleiðslan verður væntandi 84 GWt.
Fyrireikandi arbeiðið umfatar eitt nú umhvørvisárinsmetingar, kaðallegging, íbinding í netið osfr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo