Tað var ein hátíðarlig løta, hóast bæði vind og regn, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, og forkvinnan í Føroyskum Íslandsrossafelag, Sedea Bjarnadóttir Nolsøe, kliptu snórin til nýggju ríðingarbreytina, sum alment varð tikin í nýtslu í síðstu viku.
Góðar umstøður til eini 150 ross
Heðin Mortensen ynskti tillukku og rósti felagnum fyri ótrúligt framfýsni hesi skjótt 35 árini, sum felagið hevur verið til. Umframt kappingarbreytina, hevur felagið megnað at bygt høll, fjós til umleið hálvannaðhundrað ross o.a. Við góðum fíggjarligum stuðli frá Tórshavnar Kommunu og eldhuga, ágrýtni og nógvum tímum við sjálvbodnum arbeiði frá limum felagsins, var nýumvælda og nógv útbygda breytin klár at taka í nýtslu til ársins fyrstu Safari uttandura kappingina í ár.
Finala og hugnakvøld
Tá røðurnar vóru hildnar og snórurin kliptur, gingu limir í felagnum skrúðgongu á rossabaki við ungu reiðkvinnunum, Ragnheiður Ólavsdóttir Dam og Ester Dahl á Heygum, ið bóru Merkið, á odda.
Síðani byrjaði finalurnar, sum vóru liðugt avgreiddar um hálvgun 10-tíðina á kvøldið. Tá var gott at koma inn í fjálgu Tølthøllina til heita súpan og hugnaløtu við bæði sangi og gittarspæli.
Finalur og úrslit:
8 finalur skuldu avgreiðast og kappast varð í hesum greinunum:
Fjórgongd: V1, V3, V5, her skulu gonguløgini fet, trav, tølt og lop vísast.
Fimmgongd: F1, umframt fet, trav, tølt og lop skal eisini gongulagið skeið vísast.
Tølt: T1, T2, T7 og T8, hetta eru tøltkappingar, har tølt við ymiskar ferð skal vísast.
Lægri tal, kappingin hevur, torførari er hon. T.v.s. at T1, F1 og V1 eru hægstu flokkarnir, sum krevja mest av rossi og rúttara.
Úrslitini av fyrsti Safari uttandura kappingini á ár, gjørdust hesi:
T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum og Heri Djurhuus Dahl og Brá frá Tjarnarstöðum
T2
Nr. 1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II
Nr. 2 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
T7
Nr. 1 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg
Nr. 2 Malan Máttur Weihe og Máttur frá Úlfsstöðum
Nr. 3 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi
T8
Nr. 1 Sólrun Højgaard Poulsenog Rjóð frá Kjarri
Nr. 2 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði
Nr. 3 Yrsa Halsdóttir Djurhuus og Grettir frá Blesastöðum
F1
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ II
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
Nr. 3 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli
V3
Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi
V5
Nr. 1 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur frá Frisendal
Nr. 2 Birgit Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3
Nr. 3 Sólrun Højgaard Poulsen og Rjóð frá Kjarri
Samreiðssteypið vann Knút Lützen, og Ragnheiður Ólafsdóttir Dam vann røktarsteypið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo