Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur Føroya: Sum nakað nýtt fer Reyði Krossur at skipa fyri einari summarlegu. Fyrsta summarlegan verður í B68 húsinum í døgunum 14.-19. juli 2024. Legan er ætlað børnum í aldrinum 9-12 ár úr sosialt og fíggjarliga sárbærum familjum, umframt børnum, ið av ymsum ávum mistrívast, og sum hava tørv á góðum summarminnum saman við øðrum børnum og við vaksnum, sum hava tíð, orku og hug at geva umsorgan og nærleika.   

Reyði Krossur Føroya hevur royndir við at fyriskipa legu, og hevur staðið fyri árligu Familjuleguni fyri fólk við tilflytarabakgrund síðani 2018. Harumframt hevur sjálvbodna leguleiðslan, ið skal standa fyri summarleguni, fleiri ára royndir og útbúgving frá barna- og ungdómslegum hjá Ungdommens Røde Kors í Danmark.  

Tað hevur í fleiri ár verið ynski hjá Reyða Krossi at halda legu fyri børnum í sosialt og/ella fíggjarliga sárbærum familjum. Reyði Krossur hevur gjøgnum virksemi sítt samband við málbólkin, t.d. í virkseminum Reyða Kross Vinir, Mat- og Klædnahjálpini og Familjuleguni. Børnini úr hesum familjum, og helst onnur børn í Føroyum við, kundu havt ágóðan av at luttikið á summarleguni og fingið spennandi og mennandi upplivingar í longu summarfrítíðini. 

Leguskráin verður bæði stuttlig og fjølbroytt, soleiðis at har okkurt er fyri øll. Stórur dentur verður lagdur á felagsskapin, at skapa nýggj vinabond og at síggja hvørt barnið. Á skránni eru útferðir, svimjing, kreativar verkstovur, eins og og sangur, spøl og hugni eru gjøgnumgangandi á leguni.   

Í hesum sambandi er sjálvsagt tørvur á sjálvbodnum, ið hava hug at vera við til at skapa eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu. Longu nú ber til at søkja um at vera við sum sjálvboðin, antin sum hjálparfólk at vera um børnini, sum hjálparfólk í køkinum ella sum sjálvboðin at fyrireika saman við leguleiðsluni. Freistin at søkja er 14. apríl. Les meir á redcross.fo/summarlegan/.   

Nærri kunning um tilmelding av børnum verður kunngjørd seinni. 

Reyði Krossur fegnast um, at fyrsta summarlegan verður hildin í summar, og vónar góða undirtøku fyri og gott samtarv um nýggju summarleguna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo