33 ára gamla Maya Gabeira úr Brasil hevur skrivað seg í søgubøkurnar eftir at hava skreitt á brimfjøl á sera høgari aldu í Portugal.
Metbókin hjá Guinnes hevur nú váttað at aldan var yvir 22,4 metrar høg og sostatt hægsta alda sum nøkur kvinnu fyrr hevur skreitt á.
Hetta var eisini hægsta aldan hesa sesongina.
- Eg var djarvari enn vanligt, og tað mundi endað galið. Tað var ræðandi, segði hon um túrin á risastóru alduni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo