Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nógv er hent á tøkniliga økinum seinastu árini, og hetta hevur í stóran mun ávirkað mátan, vit eru saman upp á,  hvussu vit samskifta, og hvussu vit brúka tíð okkara. Men tað er ikki einans tøkninýtslan hjá teim vaksnu, ið er økt munandi. Tøknin hevur eisini otað seg inn á gerandisdagin hjá børnum og ungum í ein mun, sum eingin hevði ímyndað sær bara fyri fáum árum síðani.

Stóra broytingin á tøkniliga økinum hevur elvt til spurningin: Hvussu fyrireika vit børnini til hesa tøkniligu framtíðina?

Mikukvøldið 24. juni 2020 klokkan 19, verður bókaframløga í skúlanum við Løgmannabreyt av bókini: Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt. Bókin viðger í dýpdina, hvussu tøkninýtsla ávirkar læring og menning hjá børnum og ungum og tekur støði í neuro- kognitións- og menningarsálarfrøði. Millum evnini, ið bókin viðger eru: Snildfon í skúla er ikki snild, Pisakanningin, sBøkur, Google ávirkanin, Talgildisbúgving, miðlamultitasking og Koronaskúli.

Bókin vendir sær til øll, sum eru áhugað í tøkninýtslu hjá børnum og ungum og teirra læring og menning: foreldur, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðingar.

Tað er Gitte Klein, sálarfrøðingur, lærari og Master í Positivari sálarfrøði, ið hevur skrivað bókina. Gitte Klein hevur seinastu 10 árini vegleitt foreldrum, skúlum og stovnum í mun til tøkninýtslu. Anna Sofía Andreasen hevur teknað permumyndina, og Bartal Páll Klein hevur teknað myndir inni í bókini. Bókin er 168 blaðsíður.

Bókaframløga verður í skúlanum við Løgmannabreyt 24. juni, 2020 klokkan 19. Á framløguni fer høvundurin at greiða stutt frá innihaldinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo