Í morgin líkist veðrið tí í dag, tað verður høgætt, heldur minni vindur, fyri tað mesta skýggjað men turt og hitin um 8 stig.
Týsdagin sær sólin, tað verður at enda mestsum stilli, turrveður og um kvøldið eitt sindur frískari vindur av suðri.
Mikudagin trilkar hann vindin av suðri og útsynningi, tað regnar allan dagin og eitt sindur lýggjari, 10-12 stig.
Hósdagin minkar vindurin aftur, ættin verður ímillum vestan og sunnan, turt og sólglottar og hitin 10-12 stig.
Fríggjadagin ein ond lágt, kanska mest landsynningur, sólin sær og hitin 10-12 stig
Næsta vikuskifti verður gott veður, stilli og turt og hitin 13 stig ella nakað meira.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo