Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook: Var hettar tað? Høvuðsgrundgevingin fyri at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi var at Føroyar eru vorðnar ein vaksandi um- og avskipingar hub úti í norðuratlants havi.

Og at tað hevði verið ein stórur vøkstur í hesum virksemi hjá russum.

Hetta var tað Føroyar og umheimurin fingu at vita, bæði á tíðindafundi á Viðareiði í gjár, og í løgtinginum til 1. viðgerð.

Tað er bara ein trupulleiki ”Fake News”.

Hetta eru skeiv tøl og løgtingið hevur fingið skeivar upplýsingar, virksemi er hvørki vaksið ella staðið í stað, men minkað í stóran mun.

Einasti stovnur sum hevur tey røttu tølini er Vørn, og teir eru ikki spurdir.

Men ein loynilig frágreiðing er gjørd sum er skeiv, tí vil eg heita á landsstýrið at koma við røttum tølum beinanvegin, ella má annar instansur upp í málið.

Eg kann ikki sum løgtingslimur góðtaka skeivar og villleiðandi upplýsingar.

Vit mugu rætta tølini fyri umheiminum sum skjótast.

Eg vóni at vit fáa breiða semju, við røttum tølum og røttum boðskapi og vit fylgja ES og Noreg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo