Í vikuni er ríkisfundur í Nuuk, har teir tríggir ríkisleiðararnir í ríkisfelagsskapinum hittast.
Og serfrøðingar gita at sambandi millum Grønland og Danmark verður umrøtt og eisini spurningurin um sjálvstýri.
Sjálvt um frá grønlendskari síðu hevur verið roynt at leika í, so hevur danski staturin ikki lurta eftir.
Og tað av góðari grund, spyrt tú fyrrverandi toppembætismannin í Heimastýrinum, Kaj Kleist, sum sjálvur hevur sitið í fleiri av mest týðandi samráðingarrúmunum.
- Tað er jú ein lítil statur, sum tú ikki rættiliga fært eyga á, stóð Danmark einsamalt. Danmark hevði ongan leiklut havt geopolitiskt, um Grønland ikki var við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo