Í dag andaðist fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, 76 ára gamal. Hann var føddur í Klaksvík tann 19. november 1947.
Sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, so var Anfinn Kallsberg løgmaður frá 1998 til 2004.
Men Anfinn Kallsberg hevði so nógv onnur álitisstørv.
Anfinn Kallsberg var fyrstu ferð valdur á ting í 1980.
Frá 1993 til 2. august 2007 var hann formaður í Fólkaflokkinum.
Hann var løgtingsformaður árini 1991-1993.
Landsstýrismaður frá 1983-1985, januar-juni 1989 og juni 1996 - mai 1998.
Hann var eisini fólkatingsmaður árini 2005 til 2007.
Nevndarsess í Norðurlandaráðnum januar - juli 1991, og frá juli 1994 til 1998.
Limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1991-1996.
Bygdarráðsformaður á Viðareiði 1974-1980.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo