Í dag, 25. mai, fyllir Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, 90 ár.
Jógvan Sundstein tók prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari í Keypmannahavn og var fyrsti ríkisgóðkendi føroyski grannskoðarin, sum hevði egið virki í Føroyum.
Í 1970 varð hann valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi.
Seinni flutti hann í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann umboðaði í løgtinginum, inntil hann í 1994 gavst í politikki.
Jógvan var formaður í Fólkaflokkinum í trettan ár og løgmaður í tveimum samgongum 1989-1990, tá ið tað var neyðugt við álvarsligum átøkum fyri at bjarga búskapinum og føroyska samfelagnum, sum var í svárari kreppu.
Í 1991 varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin við Atla Dam sum løgmanni og Jógvani Sundstein sum fíggjarmálaráðharra.
Jógvan Sundstein var løgtingsformaður 1980-1984, og aftur eitt stutt skifti 1988-1989, áðrenn hann varð løgmaður.
Jógvan býr í Holbæk í Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo