Tala til aðalfundin hjá Læknafelagnum 11.11.23
Vælkomin til landsstýriskvinnuna í Heilsumálum og til allar limir felagsins annars.
Hendan talan verður merkt av, at vera ein eitt sindur persónlig fráfaringartala, heldur enn ein støðulýsing frá Læknafelag Føroya.
Bleiv valdur til formann fyri Læknafelag Føroya í 2014, so eg kann frá hesum útsýninum skjótt hyggja aftur á eitt 10 ára skeið. Tá tit valdu meg til formann segði hvat eg fór at arbeiða við. Tað var og er hvussu vit tryggja at okkara heilsuverk er kappingarført í dygd við heilsuverkini í grannalondunum. Vit hava sum fakbólkur ein serligan førleika at gera hesar háteknologisku metingar, men við førleikanum fylgir eisini ein plikt at siga Føroya fólki, politikarum og umsiting frá hvussu vit meta støðuna. Neyðugt er við framskrivingum. Væl at merkja framskrivingar har onki Excelark kann hjálpa okkum. Nei her er tørvur á fakkønari analysu av heilsuverkinum nú og komandi. Um tú skalt úttala teg um tað komandi, so mást tú skilja læknafrøðina í okkara tíð og hvussu hon væntandi mennist. Tú mást so at siga koma við einari fakligari meting av, hvar vit eru um 5 og 10 ár. Og tað merkir ein meting av bæði tí, sum skal leggjast afturat og tí sum skal skerast burtur.
Og nógv er hent. Vit løgdu út við at peika á ein hóttandi serlæknamangul og mæltu til, at 50 mill. vóru støðlaðar til rekruttering av serlæknum, tá hóskandi umsøkjarar vóru uppá tal. Tað bleiv ikki fylgt heilt, men eitt sindur og tað hevur so ført til, at vit hava eina nógv betur serlæknamanning, enn vit høvdu. Á Yngru Lækna økinum er støðan lukkutíð tann, at vit hava havt rættiliga nógvar og góðar yngri læknar, men vit kunnu saktans brúka nógvar fleir. Tað hava vit fyri árum síðan skotið upp fyri Heilsumálaráðnum, men til fánýtis.
Støðan á kommunulæknaumráðnum hevur beint út sagt verið trupul. Trætur í almenna rúminum, læknamangul, ónøgdir læknar o.s.fr. Tá teir gomlu kommunulæknarnir, sum kendu alla familjuna, fóru frá, komu nógvir vikarar í ósett størv. Hetta hevur ymiskar grundir, so sum fólkavøkstur, men eisini tí at heilsuverkið forsømdi at seta fólk í útbúgvingarstørv í góðar tí áðrenn størvini hjá ymsu kommunulæknunum gjørdist leys vegna aldursfrágongd og vegna nýskipað størv. Eisini hevur arbeiðsbyrðan hjá kommunlæknunum vaksið skjótt seinastu árini. Hetta vegna bæði sjúklingakrøv og myndugleikakrøv. Men rumblið í primera geiranum hevur skapt ótryggleika og ónøgd millum sjúklingarnar og frustratión í politisku skipanini og tíverri eisini í ávísan mun ein iva millum yngri læknar, um hetta skal vera teirra lívsstarv? Seinastu árini hava vit upplivað ferð eftir ferð kreppustøður í kommunulæknaskipanini og tað hevur verið sera óheppið fyri ímyndina av okkum sum stætt.
Sjálvt um tað er hent nógv, hava vit enn ein relativan læknamangul í mun til Danmark - vit eru íalt uml. 140 læknar í Føroyum, men í Danmark høvdu tey 28.000 vinnuaktivar læknar í 2022. Tað vil siga, at danir høvdu 4,6 fyri hvørjar 1.000 íbúgvar og vit hava 2,5. Og hetta kann ikki bara forklárast við, at vit senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark og hava konsulentskipanir uttaneftir.
Robusthedskommisiónin – treystisnevndin í heilsumálum, sum danska stjórnin setti í 2022 - hevur latið eitt sera áhugavert álit úr hondum fyrr í ár. Spurningurin til kommissiónina var, hvussu samfelagið kann veita dygdargóðar heilsutænastur og røkt til eitt samfelag, har fólk gerast eldri og eldri, og har kroniskar sjúkur og røktartørvur tí eisini vaksa skjótt. Sjálvt um støðan í Føroyum kanska ikki er so ring sum í Danmark, fer hon skjótt at verða tað, og tí loyvi eg mær at endurgeva av eitt sindur úr tilmælinum.
Tey koma við 20 tilmælum, sum byggja á seks fortreytir, sum eg haldi at eisini politiska og fyrisitingarvaldið hjá okkum átti at tikið upp til umhugsunar:
Vit kunnu ikki binda ein óneyðuga stóran part av arbeiðsmegini.
Vit skulu raðfesta nógv betri.
Vit skulu tryggja, at arbeiðsplássini eru attraktiv, og uppgávurnar skulu loysast fleksibult við teimum røttu førleikunum.
Vit skulu uppraðfesta vøkstur, innovatión og góðsku í primera heilsugeiranum.
Vit skulu hava størri ambitiónir fyri ta skipaðu fyribyrgingina.
Vit skulu leggja dent á, at tann sosiali og landafrøðiligi ójavnin ikki veksur enn meira.
Lat meg so eisini endurgeva tað, sum kommissiónin sigur um prioritering:
Almenn tilboð á heilsu- og eldraumráðnum skulu tillagast og veitast í mun til tørv, annars eru tey ikki burðardygg í longdini. Góðskan í heilsuverkinum skal vera nøktandi og skal standa mát við brúk av tí tilfeingi, sum brúk er fyri. Men allar tænastur skulu ikki veitast av spesialistum. Og øll skulu ikki hava tað sama. Nógv av teimum, sum eru væl fyri kunnu noyðast við minni krevjandi loysnir og kunnu stuðlast í eginumsorgan við hjálp av tøkni, so vit leysgeva arbeiðsorku til tey, sum hava brúk fyri meira. Raðfesting og umstilling í heilsuverkinum eigur at verða gjørd grundað á eitt breitt samfelagsligt kjak við gjøgnumskygdum meginreglum og við einum sterkum fakligum grundarlagi. Tað krevur, at tað er greitt, hvat verður væntað, at almenna heilsuverkið skal kunna bjóðað, og hvussu tænasturnar verða givnar.
Kommissiónin mælir til at minka um yvirviðgerð ella óneyðuga viðgerð og geva okkara starvsfeløgum í almennari læknafrøði ein berandi leiklut:
Tilmæli 2: Vit skulu minka um óneyðuga viðgerð við betri fakligari raðfesting. Tilboð frá almennu læknafrøðini uttanfyri sjúkrahúsini skulu taka sær av meira viðgerð. Viðgerðaruppgávur í breiðari merking, herundir útgreining og uppfylging, skulu í størri mun liggja hjá ella samskipast av almennlæknafrøðini uttanfyri sjúkrahúsini, so vit ikki óneyðugt fyriskipa eina spesialiseraða og ressursukrevjandi viðgerð. Snúningspunktið í hesum átaki skal framvegis vera ein fastur lækni, sum kennir sjúklingar sínar, men leikluturin hjá almennlæknafrøðini skal endurhugsast. Sostatt skal ábyrgdin hjá tí fasta læknanum fyri samlaðu viðgerðargongdini styrkjast og blíva meira atkomilig í øllum landinum og skal inndraga fleiri fakbólkar. Tey almennlæknafrøðiligu tilboðini í nærumhvørvinum skulu styrkjast til at kunna loysa fleiri viðgerðaruppgávur sum t.d. ultraljóðdiagnostikk ella uppfylging eftir krabbameinsviðgerð, so sleppast kann undan ávísingum til praktiserandi serlæknar ella sjúkrahús. Møguleikin fyri at fáa serfrøðingavegleiðing frá praktiserandi serlæknum ella frá sjúkrahúsinum skal styrkjast, so sjúklingurin sleppur undan at verða ávístur víðari. Veikir borgarar á t.d. røktarheimum ella í kommunalum akuttfunktiónum, skulu tryggjast góða atgongd til hjálp frá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi fyri at umganga innlegging.
Eg haldi, at vit skulu hefta okkum við týdningarmikla leiklutin, sum kommunulæknarnir fáa tillutað frá hesi kommissiónini. Og eg vil mæla til, at vit í Føroyum veruliga taka upp til umhugsunar leiklutin hjá kommunulæknunum. Tað gleðir meg, at ein av niðurstøðunum í eini grein, sum eg varð biðin um at skriva í Tidsskrift for Dansk Sundhedsvæsen í 2022 er í tráð við hesi tilmæli, tí eg skrivaði:
Sæð úr mínum sjónarhorni er tøvur á størri integratión millum ymsu partarnar í heilsuverkinum. Hetta kann gerast við einum lækna, sum tekur ábyrgd av sjúklinginum, sum kann leiða sjúklingin og royna teir ymisku viðgerðarmøguleikarnar íroknað socialmedicinskar fyriskipanir. Í mínum eygum átti hesin leiklutur at ligið hjá kommunulæknanum, men tað krevur eina ávísa broyting av tí vanligu fatan um, at tað er sjúklingurin, sum skal uppsøkja læknan hvørja ferð ein avgerð skal takast um eitthvørt. Eg haldi, at tað í størri mun má vera uppgávan hjá tí lækna, sum hevur ábyrgd av sjúklinginum, at vera akkersfólk fyri sjúklingin og í tí leiklutinum vera uppsøkjandi – bæði mótvegis sjúklinginum, men eisini vegna sjúklingin við at royna at fáa semju millum teir mongu aktørarnar innan heilsu- og almannaverkið um tað skilabestu viðgerðina og skilabestu fyriskipanirnar.
Fyri at koma niður á jørðina, so haldi eg, at vit skulu seta út við dupult so nógvum kommunulæknum, sum vit hava í dag, heilt einfalt tí kommunulæknarnir fara at fáa alt fleiri torskildar uppgávur, sum hvør sær fara at taka tíð at loysa. Ein grund til, at eg taki so rívan til, eru tær nærum støðugu fráboðanirnar um, at kommunulæknar siga seg úr starvi, tí tað er ov bundisligt, arbeiðsbyrðan ov stór ella vegna strongd. Vit eru heilt einfalt noydd at loysa henda trupulleikan nú, soleiðis at vit ikki styggja ungar læknar burtur frá fakinum.
Hvørjar eru avbjóðingarnar innan læknafrøðina?
Loyvi mær at minna tykkum aftur á tær tesurnar, sum eg havi endurtikið ár eftir ár. Tær siga, at kompleksiteturin og lekingarførleikin í læknafrøðini fer at vaksa og tað fer almenningurin at vera væl vitandi um og tí fer tað at gerast ein politiskur trupulleiki, um borgararnir ikki fáa atgongd til hesi heiliráð, sum onnur framkomin lond veita.
Tesurnar eru:
Læknafrøðiligi kunnleikin og læknafrøðiligi førleikin mennast í hesum árum við rúkandi ferð. Tað merkir, at sjúkur, sum áður ikki kundu grøðast, nú kunnu grøðast ella tálmast.
Heilsustøður, sum áður ikki vóru roknaðar sum sjúkur, fara at at verða tað. International Classificaton of Diseases - ICD greiningin - fer at hava fleiri og fleiri undirgreiningar og vit fara helst eisini at arbeiða við suboptimalari starving av ymiskum metaboliskum skipanum.
Krøvini til margfeld og kostnaðarmikil kanningartól fara at vaksa støðugt. Bert við hesum tólum fer tað at bera til at greina ein sjúkling til lítar.
Viðgerðin verður meira og meira specialiserað og savnað á stórum deplum við serførleika innan eitt ávíst og avmarkað umráði.
Neyðugt verður at kunna greina sjúklingar so væl í Føroyum, at vit kunnu staðfesta, hvar viðgerðin kann fara fram fullgott. Umframt tól fer hetta at krevja, at talið av serlæknum við ymiskum førleikum veksur munandi.
Nýggjur heilivágur fer at verða dýrari og virknari.
Æviskeið føroyinga leingist støðugt, og vit fara at hava eitt vaksandi tal av kroniskum og degenerativum sjúkum at taka okkum av.
Til tess at greina hvat sjúklinginum bagir og veita honum heilsubót, fer tørvurin á ambulantum sjúkrahústænastum at vaksa, men talið av seingjum til røkt og rehabilitering fer eisini at vaksa.
Vánalig heilsutænasta, íroknað tann læknaliga, fer ikki at kunna dyljast, men verður ein politiskur trupulleiki, tí upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum samanborið við onnur lond.
Míni megintilmæli fyri føroyska heilsuverkið eru hesi:
Vit mugu menna primera geiran, fyri at hann aktivt kann stýra tilvísingunum til sekundera geiran.
Um primeri geirin skal kunna stýra væl, má einstaki kommunulæknin kenna sínar sjúklingar, sjúklingsins familju og sjúklingsins sosialu støðu, har hann býr. Her ber sostatt ikki til at hava støðugt skiftandi læknamanning. Vikarar eru oyðileggjandi - tí teir eru søguleysir og leggja inn fyri eitt gott orð. Kommunulæknarnir mugu í framtíðini kenna sjúklingar líka so væl sum gamli familjulæknin.
Kommunulæknin má hava tíð og umstøður at taka støðu til, um sjúklingurin skal innleggjast ella kanska heldur observerast lokalt av einari kompetentari heimaheilsutænstu við sjúkrarøktarfrøðingum, sum virkar alt døgnið.
Mítt persónliga tilmæli viðvíkjandi primera læknageiranum er at skipa hann saman við sekundera geiranum, til ein samanhangandi heilsugeira. Ella sagt á annan hátt, legg kommunulæknarnar saman við sjúkrahúsverkinum og skapa eitt alment heilsuverk við einum fakligum varastjóra fyri læknarnar í almennari læknafrøði. Gev tó møguleikan fyri privatari praksis - sum er heilt privat og sum kann avrokna við Heilsutrygd, soleiðis sum tannlæknar gera í dag. Haldi eisini, at serlæknar í Føroyum skulu fáa møguleika at hava privata praksis, tí okkara grundleggjandi strevan er at fáa so nógvar læknaligar førleikar at virka í samfelagnum, sum tað ber til.
Atfinningarnar eru sjálvandi, at tá læknin ikki longur arbeiðir uppá akkord, fáa vit nógv færri dagligar viðtalur fyri hvønn lækna, og tað er rætt. Men tað er eisini tilætlað, tí um kommunulæknarnir skulu vera fremsti og avgerandi tilfeingisfyrisitarin í heilsuverkinum, krevur tað mest sannlíkt oftast munandi meira tíð fyri hvønn sjúkling. Ella við øðrum orðum, kommunulæknarnir skulu hava tíð og møguleika at loysa trupulleikarnar uttan fyri sjúkrahúsgátt.
Vit mugu prioritera - hvørjar útgreiningar geva meining og hvørjar viðgerðir geva meining. Líka sum Robusthedskommisionen mælir til. Hetta sleppa vit ikki undan, men hvussu vit skipa tað, er eitt annað mál, men tað er týdningarmikið, at tann fakliga niðurstøðan verður góðtikin av samfelagnum. Ein partur av prioriteringsuppgávuni er, at viðgerðir, sum eru settar í verk uttan faklig tilmæli, men bert eru politisk ynski, sum kosta órímiliga nógv í mun til nyttuna, eiga ikki at koma fyri.
Vit mugu ásanna, at vit eru partur av einum heilsuverki, sum byggir á vitan og vitan krevur viðlíkahald - og tað merkir, at vit mugu seta lutfalsliga nógvan pening av til eftirútbúgving og tað gera vit langt frá í dag.
Gransking í heilsuverkinum verður nú institutionaliserað meira enn áður, tí vit hava fingið eina granskingareind við fulltíðar granskara á professarastigi, sum leiðara. Hetta er ein ásannan av, at vit bæði longu nú, men eisini í vaksandi mun, mugu rokna heilsuverkið sum eitt útbúgvingarstað á akademiskum støði. Hetta fer at hava við sær granskingarvirksemi á øllum stigum. Tað er mín vón, at spírandi granskingarvirksemið, hesi seinastu fjøruti árini, nú er so væl fyri, at tað er lívført og fer at mennast í góðum og náttúrligum samverki við Fróðskaparsetur Føroya.
Og so at enda fari eg at nevna fyribyrgjandi arbeiðið, sum hevur ligið mær á sinni, øll hesi meira enn 35 árini í føroyska heilsuverkinum. Tað er tungt at broyta lívsvanar og tað krevur serligt tol at standa fyri hesum. Eg vil tí heilsa og takka eftirmanni mínum í Fólkaheilsuráðnum, fyri at stimbra og eggja til økt likamsvirkni. Hetta arbeiði má halda fram, eisini við strukturellum broytingum av samfelagnum, soleiðis at tað gerst lættari at røra seg, heldur enn bert at sita á einum kontórstóli. Tað fer at krevja eitt tvørsektorielt samstarv, har t.d. kommunurnar, vegamyndugleikarnir og skúlamyndugleikarnir samstarva um at fáa meira náttúrliga rørslu inn í lívið hjá tí einstaka. Eisini eiga arbeiðsplássini í framtíðini at leggja seg eftir, at ein arbeiðsdagur er bæði likamliga og sálarliga stimbrandi fyri øll tey, sum eru til arbeiðis.
Royking er enn ein megintjóvur av heilsu og mannalívum eisini í Føroyum, men har eru vit steðgað upp í fyribyrgjandi arbeiðinum. Vit noyðast sum skjótast at seta okkum mál fyri, nær tubbaksroyking eigur at halda uppat í okkara samfelag. Vit kunnu byrja við at seta prísin munandi upp og tað kann tað politiska valdið gera frá degi til dags.
At enda vil eg nevna trivnaðin hjá føroyingum. Tað er mangt, sum bendir á, at partar av ungdóminum ikki trívast. Hví so er, hevur helst nógvar grundir, so sum sosialu miðlarnir og høgu krøvini til teirra. Her vil eg mæla til, at vit sum samfelag taka upp til umhugsunar, um vit ikki krevja ov nógv av teimum. Tá tú ert tannáringur, hevur tú vónandi nógv ár fyri framman og tí skuldi ongin serlig grund verið at kappast so nógv, at tað gongur út yvir lívsgóðskuna. Tey eiga seinni í lívinum at kunna vinna inn aftur tað, sum tey forsømdu í einum sárbærum ungdómi.
Og so vil eg eisini nevna einsemið, sum tykist at vera stak ringt fyri heilsuna. Vit áttu her í okkara landi at havt allar møguleikar at sleppa undan einsemi millum ung og millum gomul, tí vit liva so tætt og kenna so nógv. Mín varhugi er tó, at einsemi manga staðni er stórt. Eg veit ikki, hvussu vit loysa hetta, men eitt stig á vegnum hevði verið at loyvt fólki at arbeitt so leingi tey tíma og orka fyri at stimbra seg saman við starvsfeløgum. Altso at vit í Føroyum valdu at fylgja artikul 21 í Sáttmálanum hjá EU - Europeisku Sameiningini - um Grundleggjandi Mannarættindi, sum sigur, at bannað er at gera mannamun vegna aldur.
Eg fegnist um, at enn eru nógvir føroyingar undir læknalestri. Vónandi koma teir heim aftur til okkara vælútbúnir og framsøknir, heilsuverkinum til gagns og sær sjálvum til yrkisligt nøgdsemi. Tí føroyska heilsuverkið fer vónandi at hava tað stevnu, at vit eru ein virkin starvsstova, har vit royna at veita tær bestu samanhangandi heilsutænasturnar nakrastaðni, tí heilsuverkið hjá okkum fer at vera støðugt broytingarsinnað og framsøkið og grundað á haldgóða vísindaliga hellu.
At enda vóni eg at semja skjótt verður funnin millum felagið hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum og Fíggjarmálaráðið, tí sjúkrarøktarfrøðingarnir eru ein tíðandi partur av grundvøllinum undir heilsuverkinum. Heilsuverkið hjá okkum má í framtíðini verða eitt attraktivt stað fyri røktarstarvsfólkini. Evnini hjá einum einum arbeiðsplásssi at draga góð fólk til sín eru grundað á arbeiðsumhvørvið í breiðastu merking og so lønini. Bæði mugu vera góð um heilsuverkið kann vænta sær at fáa dugnalig fólk at starvast hjá sær komandi.
Lat meg enda við at siga, at eg meti tað vera sera átrokandi at semja sum skjótast verður funnin millum felagið hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum og Fíggjarmálaráðið, tí bíðilistarnir vaksa støðugt og tað hevur sjúkligalíðing við sær. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru ein týðandi partur av grundvøllinum undir heilsuverkinum. Heilsuverkið hjá okkum má eisini í framtíðini verða eitt attraktivt stað fyri røktarstarvsfólk. Evnini hjá einum einum arbeiðsplássi at draga góð fólk til sín eru grundað á arbeiðsumhvørvið í breiðastu merking og so á lønini. Bæði mugu vera góð um heilsuverkið kann vænta sær at fáa dugnalig fólk at starvast hjá sær komandi.
Pál Weihe,
formaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo