Karl Olsen sum eitt skifti var borgarstjóri í Vestmanna, men síðani valið í 2012 ikki hevur verið ímillum valevnini, hevur nú hug at taka eitt tørn afturat.
Karl skrivar millum annað á sosialum miðlum, at hugurin til bygdarráðsarbeiði enn er stórur.
- Eg haldi meg hava bæði fortreytir og førleikar at gera okkurt munagott, so at Vestmanna framhaldandi kann vera merkt av trivnaði, menning og framburði.
Annars er ein listi við 11 valevnum komin inn til valið í Vestmanna.
Á listanum eru:
Anja Haldansen, námsfrøðingur
Janus úr Dímun, handverkari
Sára Jógvansdóttir, journalist
Karl A. Olsen, vararektari
Símun Jákup Højsted, stjóri
Pauli Magnussen, ljóðteknikari
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi
Fróði Bjarkason Skúvadal, lívfrøðingur
Bogi Fossdal, landmátari
Jákup S. Jóanesarson, námsfrøðingur
Janus Atli Jensen, handverkari
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo