Væl av fólkið var savnað við Margáir sunnudagin, har EB/Streymur hevði boðað til eykaaðalfund, har eittans evni var á skránni: nevndarval.
Fundurin var góður, og orðaskifti var um mangt og hvat, skrivar EB/Stremyur á heimasíðuni.
Av ymsum orsøkum skuldi mestsum øll nevndin mannast av nýggjum, og tað lá væl fyri at fáa sjey fólk í nýggju nevndina umframt tveir tiltakslimir.
Nýggja nevndin í EB/Streymi hevur skipað seg soleiðis:
Jógvan í Skorini, formaður
Egil á Bø, næstformaður
Fróði R. Petersen, kassameistari
Beinta Lisberg, nevndarlimur
Djóni Eidesgaard, nevndarlimur
Fróði Zachariasen, nevndarlimur
Judith S. Jacobsen, nevndarlimur
Jan Djurhuus, tiltakslimur
Malan Petersen, tiltakslimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo