Klokkan 10.30 í morgin setur A321-flogfarið hjá Airbus seg á flogvøllinum í Sørvági, og skal gera fleiri lendingar og fráferðir, áðrenn tað fer avstað aftur.
Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn kemur flogfarið úr Helsinki.
Airbus ætlaði at júst hetta flogfarið skuldi gera royndir í Føroyum í summar, men tað gjørdist ikki til nakað tá.
Nú roynur Airbus so aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo