BankNordik: Úrslitini hjá BankNordik-samtakinum eru sum heild góð, nú roknskapurin fyri fyrra hálvár er kunngjørdur í dag. Rentuhækkingar, høg inflatión og búskaparlig óvissa hava tó eisini sett sín dám á tíðarskeiðið.
Virksemið hjá samtakinum hilnaðist væl ársins fyrstu seks mánaðir, har úrslitið fyri skatt gjørdist 162 mió. kr. Hálvársroknskapurin hjá samtakinum ber samstundis eisini boð um, at húsarhaldini og vinnan sum heild eru væl fyri og hava mótstøðuføri móti rentuhækkingum og høga inflatiónstrýstinum, sum, eins og 2022, hevur sermerkt fyrra hálvár 2023.
”Vit eru fegin um, at okkara privatkundar og vinnukundar hava eina sunna og haldgóða fíggjarstøðu. Tað er eingin loyna, at rentuhækkingar og høg inflatión ávirka búskaparstøðuna hjá húsarhaldunum og virksemið hjá vinnuni. Hóast vit enn ikki síggja tekin um, at fíggjarstøðan hjá okkara kundum er undir stórvegis trýsti, so er eyðsæð, at vit enn ikki hava sæð allar avleiðingarnar av búskaparligu óvissuni, ið hevur sermerkt bæði 2022 og 2023. Vit hava tí eisini valt at seta pening av til møguligt tap, sum kann fara at vísa seg í framtíðini”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Møguleiki at spara saman við rentu
2023 hevur, eins og undanfarna árið, verið merkt av rentuhækkingum, ið gera tað dýrari at lána pening.
Hinvegin hava rentuhækkingarnar eisini við sær, at innlánsrentan er hækkað munandi, og sostatt kunnu kundar nú spara saman við rentu.
Bankin hevur í eina tíð bjóðað kundunum ymisk sløg av kontum við styttri og longri bindingartíðarskeiði við hægri rentu, soleiðis at kundin nú kann fáa meira fyri sínar innistandandi pengar.
Útlitini fyri restina av árinum
Síðani á vári í fjør hevur evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hækkað rentuna í fleiri umførum fyri at tálma høgu inflatiónini. Higartil í ár er inflatiónin lækkað nakað, men enn ikki nóg mikið, og tískil kunnu nakrar rentuhækkingar væntast afturat komandi mánaðirnar.
”Yvirskipað sæð eru útlitini fyri restina av árinum góð – vit hava ikki sæð ta búskaparligu afturgongdina, sum summi væntaðu við ársbyrjan. Tó so er yvirskipaða búskaparstøðan í heiminum enn óviss, og vit vita, at nógv kann broytast, um eitt nú arbeiðsloysið hækkar. Vit eru tí sera tilvitað um at reka okkara virksemi skynsamt, og vit veita sjálvsagt øllum okkara kundum holla ráðgeving við atliti at núverandi støðu og framtíðarútlitunum”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Roknskapurin í stuttum
-
Úrslitið fyri skatt var 162 mió. kr.
-
Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 119 mió. kr.
-
Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 16 mió. kr.
-
Rakstrarúrslitið gjørdist 135 mió. kr.
-
Útlánini hjá bankanum eru 8,7 mia. kr.
-
Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
-
Innlánini hjá bankanum eru 8,4 mia. kr.
-
Solvensurin íroknað NEP-kapital er 30,4%
-
Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 235-265 mió. kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo