Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroyar víkja grundleggjandi frá sínum grannalondum, tá ið hugt verður eftir fyritøkum og kringvarpsgjaldi.

Tað vísir Vinnuhúsið á í sínum hoyringsskrivi til ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum í kringvarpslógini.

Í Danmark, Noregi og Svøríki rinda fyritøkur als ikki kringvarpsgjald. Síðani hesi lond fyri nøkrum árum síðani umskipaðu kringsvarpsgjaldið til at verða fíggjað umvegis skattin, hava fyritøkur ikki rindað kringvarpsgjald. Í Íslandi rinda fyritøkurnar eitt munandi minni gjald, enn fyritøkurnar í Føroyum gera. Tær rinda umleið 1000 krónur um árið.

Gjald eftir lønarútreiðslum
Síðani 2015 hevur tað verið álagt fyritøkum í Føroyum at rinda kringvarpsgjald. Lógin sigur, at gjøldini eru ymisk í mun til støddina á fyritøkuni. Gjaldið er ásett eftir, hvørjar samlaðu lønarútreiðslurnar eru. Til dømis hava fleiri smærri fyritøkur lønarútgjaldingar millum 1 og 3 milliónir krónur. Tær skulu rinda 7000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi. Aðrar fyritøkur hava skipað sítt virksemi í ymiskum dótturfeløgum. Fyri hesar fyritøkur er kringvarpsgjaldið fleirfalt.

Yvir átta milliónir
Sambært einari uppgerð frá TAKS, so rinda 1.523 føroysk virkir kringvarpsgjald. Samlaða upphæddin er 8.136.500 krónur.

TAKS upplýsir eisini, at:

   - 143 virkir rinda kr. 12.000 í kringvarpsgjaldi

   - 44 virkir rinda kr. 9.000 í kringvarpsgjaldi

   - 168 virkir rinda kr. 8.000 í kringvarpsgjaldi

   - 390 virkir rinda kr. 7.000 í kringvarpsgjaldi

   - 263 virkir rinda kr. 3.500 í kringvarpsgjaldi

   - 515 virkir rinda kr. 2.000 í kringvarpsgjaldi

Ein bati
Ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum leggja upp til at lækka kringvarpsgjaldið fyri tær smæstu fyritøkurnar. Ítøkiliga er ætlanin, at tær fyritøkurnar, ið hava undir eina millión krónur í lønarútreiðslum um árið, fáa ein lætta á 500 krónur um árið. Hetta er ein bati.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo