Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Skulu føroyskar fyritøkur veruliga fáa lut í teimum vakstrarmøguleikum, sum eru á útlendskum marknaðum kemst ikki uttanum, at Føroyar mugu hava fleiri tvískattaavtalur. Tvískattaavtalur er fyri handilsskip og tænastuvinnuna tað sama, sum handilsavtalur eru fyri fiski- og alivinnuna. Nevniliga ein ítøkilig fyritreyt fyri at kunnu virka í útlandinum.

Tað eru ikki bert handilsskip sum fáa ágóðan av tvískattaavtalum. Tað eru eisini aðrar tænastufyritøkur á landi, sum fáa betri møguleikar at virka í útlandinum. Fleiri tvískattaavtalur kunnu tí elva til fleiri vinnuligar vakstrarmøguleikar hjá føroyskum fyritøkum sum heild. Eitt nú fyritøkur innan kt, framleiðslu og skipabygging hava víst á tørvin á betri marknaðaratgongd við fleiri tvískattaavtalum.

  • “Vit eiga at síggja fleiri møguleikar í tænastuvinnuni. Vit vita, at føroyskar fyritøkur bjóða tænastur til ein kappingarføran prís, men sleppa ikki framat marknaðinum. Í síðsta enda gerast vit fátækari sum land, um vit eru meira avmarkaði til marknaðir enn kappingarneytar okkara”, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

Vinnuhúsið, og serliga Reiðarafelagið fyri Handilsskip, hava í áravís arbeitt við at fáa landsstýrið at raðfesta arbeiðið við tvískattaavtalum.

Fleiri dømi um mistar uppgávur
Tað hendir javnan, at føroyskar fyritøkur ikki eru kappingarførar, tá ið tað snýr seg um at bjóða upp á arbeiðsuppgávur uttan fyri norðurlondum. Orsøkin er, at føroysku feløgini ella starvsfólkini skulu rinda ein hægri skatt enn kappingarneytar okkara, og hetta skapar sjálvsagt ein ójavna í kappingini millum føroysk og útlendsk feløg.

Landsstýrið eigur at leggja altsamt størri orku í arbeiðið við marknaðaratgongd. Hetta arbeiðið vil við tíðini tryggja føroyska vinnulívinum nakrar vakstrarmøguleikar, sum eisini koma tí føroyska samfelagnum til góðar.

At enda vilja vit vísa á, at Vinnuhúsið er farið ítøkiliga til verka við at lýsa tørvin hjá vinnuni og at gera strategiskar raðfestingar av áhugaverdum marknaðum. Men neyðugt er, at vinnan og avvarandi myndugleikar í felag fara undir hetta arbeiðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo