Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Á Skálatrøð húsast Vinnustovnurin, sum er ein almennur fyrisitingar- og eftirlitsmyndugleiki. Her er posteftirlitið, fjarskiftiseftirlitið, tryggingareftirlitið, kappingareftirlitið, brúkaraumboðið, Skráseting Føroya, grannskoðaraeftirlitið osfr.

Í gjár boðaði Tryggingareftirlitið frá, at ein persónur ikki kann góðtakast sum nevndarlimur í tryggingarfeløgum, av tí at hann ikki hevur hildið 2 ára bannið í grannskoðaralógini.

Sambært ársroknskapirnar hjá Pf NordikLív Lívstryggingarfelag og Pf Trygd Tryggingarfelag hevur Heini Thomsen tann 25.02.2021 undirskrivað ársroknskapirnar hjá báðum tryggingarfeløgunum.

Tann 29. juni í ár er Heini Thomsen valdur í nevndina í báðum feløgunum, men tann 30. november 2022 er hann farin úr nevndini í báðum feløgunum.

Hetta er óivað av avgerðini hjá Tryggingarráðnum.

Men 2 ára bannið hjá grannskoðarum at átaka sær leiðslustørv í serliga týðandi fyritøkum, er ikki bert galdandi fyri tryggingarfeløg, men eisini fyri fíggjarstovnar.

Heini Thomsen undirskrivaði í 2021 ársroknskapin hjá BankNordik.

Í ár kom hann í leiðslu bankans, og har situr hann framvegis.

Sambært eftirlitsmyndugleikanum skal 2 ára bannið í grannskoðaralógini takast í álvara, tá talan er um tryggingarfeløg, men ikki tá talan er um fíggjarstovnar.

Kanska eru tað tvey ymisk kontór á Skálatrøð 20, ið lesa og tulka lógina ymiskt.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo