Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verða settar av 200.000 kr. til at fyrireika at lata upp føroyska sendistovu í Washington. Eftir ætlan letur sendistova Føroya í Washington upp í 2024.
- Føroyar eiga at styrkja beinleiðis samskiftið og samstarvið við USA. Hetta er eisini avgerandi fyri, at vit taka egnar avgerðir um tað økta virksemið og ta geopoltisku støðuna í Norðurhøvum. Hartil er amerikanski marknaðurin vorðin ein týðandi marknaður fyri føroyska útflutningin, og sendistovan er ein avgerandi liður í at styrkja samstarvið við USA, sum partalagsyvirlýsingin leggur upp til, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Samhandilin og vinnuliga samstarvið millum Føroyar og USA er vaksin nógv seinnu árini, og somuleiðis er politiska samstarvið millum londini eisini økt.
Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað, ið skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu.
Í fjør fóru 13 prosent av føroyska útflutninginum av vørum til USA.
”Føroyar eiga at styrkja beinleiðis samskiftið og samstarvið við USA. Hetta er eisini avgerandi fyri, at vit taka egnar avgerðir um tað økta virksemið og ta geopoltisku støðuna í Norðurhøvum,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
”Hartil er amerikanski marknaðurin vorðin ein týðandi marknaður fyri føroyska útflutningin, og sendistovan er ein avgerandi liður í at styrkja samstarvið við USA, sum partalagsyvirlýsingin leggur upp til.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo