Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikudagin 15. november skipar Krabbameinsfelagið fyri undirvísing og  almennum fyrilestri um, tá krabbamein ávirkar kynslívið.

Bæði sjúka og viðgerð av krabbameini kunnu geva sálarlig og kropslig árin, sum ávirka kynslívið.

Hvørjir møguleikar eru fyri at viðgerða kynsligar trupulleikar í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini?

Og hvussu kunnu heilsustarvsfólk ráðgeva í truplum spurningum um kynslív?

Hetta eru m. a. spurningar, sum tær báðar Anette Højer Mikkelsen serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur, cand.cur. og Birgitte Schantz Laursen serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving og lektor, p.hd.fara at undirvísa í og ráðgeva um. Báðar starvast tær á ‘Sexologisk Center’ á Aalborg Universitetshospital.

Undirvísing fyri heilsustarvsfólk verður á Hotel Hafnia mikudagin 15. november kl. 14.00 - 16.00

Undirvísingin er ætla: heilsustarvsfólki - læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, v.fl., sum koma í samband við krabbameinssjúklingar, bæði kvinnur og menn, ið kunnu væntast at hava árin á kynslívið í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini.

Heitið á undirvísingini er: Hvussu kann sjúka og viðgerð ávirka kynslívið? Hvussu  kunnu heilsustarvsfólk á bestan hátt ráðgeva í kynsligum spurningum, og í størri mun draga kynslívið inn, sum ein natúrligan part av heilsuarbeiðinum.

Tiltakið er ókeypis
Vinarliga boða frá luttøku á 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo, í seinasta lagi týsdagin 14. november kl. 15.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo